Kambur er stovnur, ið veitir heildags tilboð til 6 ára gomul børn og frítíðarskúlabørn.
Vit sóknast eftir námsfrøðingum, ið hava dirvið at seta dagsskránna, bæði fyri tey 6 ára gomlu og frítíðarskúlabørnini.
Vit vænta at tú:
- ert álítandi, tekur ábyrgd og dugir at seta tær mál
- í arbeiðinum hevur umsorgan fyri tí einstaka barninum
- ert jalig/ur
- góð samstarvsevnir, bæði við starvsfelagar og foreldur
- at tú sært møguleikar, sum náttúran bjóðar og brúkar teir í dagliga arbeiðinum
- dámar væl at vera úti/uttandura virksemi
Vit bjóða eitt spennandi starv, ið støðugt er í menning, har tú kanst verða við at mynda og seta tín dám á stovnin. “Kambur” liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á gerandisdagin.
Talan er um:
- 1 starv á 40 tímar ætlað námsfrøðingi.
- 2 størv á 35 tímar ætlað námsfrøðingum.
Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Arbeiðstíð, mánadag til fríggjadag 07.30 – 17.00.
Um eingin námsfrøðingur søkir verða hjálparfólk sett tíðaravmarkað.
Skrivlig umsókn skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 15 juli 2020 kl. 12. Eisini ber til at senda teldupost til info@fuglafjordur.fo.
Fuglafjarðar kommuna
Ennivegur 38
Fo-530 Fuglafjørður
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Bjørghild Arnholdtsdóttir, leiðari, telefon 238092