26.03.2020

Dagstovnarnir í Fuglafjarðar kommunu.

Góðu foreldur. 

Tiltøkini at basa coronasmittuni eru fyribils longd til 13.04.2020

Nú landsstýrið hevur boðað frá, at tiltøkini til tess at basa coronasmittuni fyribils eru longd fram til 13.04.2020, hevur Fuglafjarðar kommuna gjørt av, somuleiðis at leingja tiltakið við at hava dagstovnarnar stongdar fram til 13.04.2020.

Einastu undantøk á dagstovnaøkinum frá hesum átøkum eru í samb. við størv, ið foreldur, hóast smittuvandan, framhaldandi mugu røkja, og har hesi als ongan annan møguleika hava fyri ansing av sínum børnum.

Vinarliga
Fuglafjarðar kommuna.