23.05.2023

Ung í arbeiði 2023

    Hevur tú hug og hegni at arbeiða í summar? Ja, so er at melda teg til Ung í arbeiði!

    Aftur í ár, fara vit at bróta upp um ermar, og rokast við arbeiði, sum Fuglafjarðar kommuna setur á skrá. Tað kann vera smáar umvælingar, lúka, sópa gøtur, mála, rudda, hjálpa til við at gera smáar gøtur og annað.
    Tit verða sett eftir vanligum setanartreytum, og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag.

    Fyri at luttaka í Ung í arbeiði 2023, skal tú lúka hesar treytir:

    1. Tú er í árganginum 8. ella 9. flokkur
    2. Tú er búsitandi í Fuglafjarðar kommunu
    3. Tú kanst arbeiða 80 tímar, í viku 26. og 27. (26.juni – 7.juli)
    3. Freistin at tekna seg er 12. juni.

    Navn : *

    Adresse : *

    Føðingardagur. *

    Teldupost *

    Telefon nr *

    P-tal. *

    Lønarkontonummar . *

    Eftirlønarkontonummar. *

    Onnur viðmerking