22.04.2020

Fráboðan um viðurksifti í sambandi við Corona

Kunning

Tað skal hervið verða fráboðað, at  deildir og stovnar kommununar ikki koma at lata upp alment á vanligan hátt fyrr enn 11. mai 2020. Undantiknir eru sjálvandi ansingarstovnarnir og barnaskúlaskokkarnir 1-3 flokk. Talan er um leingjan av verandi avgerðum, sum tiknar eru og sum grundaðar eru á støðuni viðvíkjandi Corona virus. (Covid  19).

Talan er um hesar stovnar:

  • Býráðsskrivstovan
  • Bókasavnið. Tó verður tikið móti bíleggingum og verða bøkur leveraðar dagliga millum kl. 15.00 og 16.00.
  • Kunningarstovan
  • Barnaverndartænastan
  • Mentanarhúsið.
  • Svimjihøllin
  • Tannlæknastovan – barna- og ungdómstannrøktin
  • Ítróttar- og samkomuhøllin á Kambsdal

Ruskøkið er opið sum vanligt týsdagar, hósdagar og leygardagar.

Fólk kunnu venda sær til kommununa við at skriva til info@fuglafjordur ella ringja til høvuðstelefonina 66800 ella fartelefon 238001.