25.11.2025

Námsfrøðingur til dagstovnin Barnalund í Fuglafirði

Søkt verður eftir:

  • Námsfrøðingi til vøggustovu, at arbeiða 35 tímar um vikuna, at byrja 5. januar 2026
  • Um námsfrøðingur ikki veðrur settur, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Hvørji eru vit:

Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 10 mánaðir - 6 ár. Stovnurin er skipaður í tvær lonir,- við tveimum stovum í hvørjari lon. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur lonirnar saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar. Á stovninum nýta vit Betri Vinir og TÍTT – tiltøk í tøkum tíma sum arbeiðsamboð. Meira kunning um stovnin og námsætlan finnur tú á: www.fuglafjordur.fo/borgari/born-og-ung/dagstovnar/barnalund/

Vit sóknast eftir starvsfólki:

  • ið hevur umsorgan fyri børnunum
  • ið er jaligt, og brennur fyri at vera við í menningini av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum
  • ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • ið samskiftir týðiligt og hevur góð samstarvsevnir
  • ið hevur gott yvitlit og megnar at skipa dagin
  • ið er eldhugað og konstruktivt
  • ið megnar møguligar broytingar í arbeiðinum
  • ið sær møguleikar fram um avmarkingar

Vit kunnu bjóða tær:

  • eitt starv har fyrireikingartíð er skemaløgd
  • introdag, har tú saman við øðrum nýggjum stavsfólkum fært kunning um arbeiði á dagstovni og TÍTT sum arbeiðsamboð
  • eitt áhugavert og avbjóðandi starv
  • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
  • eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan

Setanarviðurskiftir:

Arbeiðstíðin er mánadag-fríggjadag millum kl. 7.15-17.00, og fundarvirksemi eftir vanliga arbeiðstíð.

Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur arbeiðsgevarin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita um starvið:

Vilt tú vita meira um stovnin og starvi, kanst tú seta teg í samband við leiðaran í Barnalund

Hannu I. Hansen á tlf. 238031 ella barnalund@fuglafjordur.fo . Tú ert eisini vælkomin at vitja okkum á Mirmansvegi 39A í Fuglafirði.

Umsókn:

Her :

Skrivlig umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi sunnudagin 7. desembur 2025.