Tað verður hervið gjørt kunnugt, at býráðsfundur verður hildin í Mentanarhúsinum hósdagin tann 30. apríl 2020 kl. 19.00 við niðanfyri standandi dagskrá:
- Uppskot til sáttmála millum Strandfaraskip Landsins og kommununa fyri fólkaskúlabarnaflutning og tilmæli frá fíggjarnevndini í málinum.
- Uppskot frá mentamálanevndini til fíggjarætlan fyri Fuglafjarðar bókasavn fyri 2021 og tilmæli frá mentamálanevndini í málinum.
Fuglafjørður 24. apríl 2020
Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri