P-tals váttan

Hevur tú brúk fyri at skjalprógva títt p-tal, kanst tú fáa eina p-tals váttan.

Hevur tú Samleikan, kanst tú taka eina p-tals váttan niður av Vanganum. Tað er Umhvørvisstovan, sum umsitur hetta á Vanganum.

 

 

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at nýta Vangan, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. www.samleikin.fo

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, kanst tú seta teg í samband við kommunuskrivstovuna.

Tað er ein fyrimunur at avgreiða viðurskifti á Vanganum, tí samskiftið er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika at fylgja við í viðgerðargongdini.