14.07.2021

Nýtt veggjaprýði “Ættarlið”

Ung í arbeiðið 2021 – veggjaprýði

Heiti: Ættarlið

Arbeiðstoymi: Amy Mita Helgadóttir, Angela Allansdóttir Hjaltalin, Anna Erlingsdóttir Joensen, Dávur Klein Juul, Emma Jóhannesardóttir Toftegaard, Sámal Torkilsson

Toymisleiðari: Marianna Beder

Hugskot og snið: Suffía Nón

Verkið hugleiðir og fevnir um fleiri evnir. Yvirskipað er verkið afturlítandi og nemur við ein av okkara týðandi grundarsteinum; fiskiarbeiðið, ið gjøgnum mong ættarlið hevur borið okkara samfelag og hendan stað. Vit síggja kvinnur, eldri og yngri, arbeiða á fiskastykki, og hevur staðsetingin av verkinum sjálvsagt ein týðandi lut í valinum av myndaevninum. Men samstundist er verkið eisini framlítandi og setur ljós á broytingar og mótsetningar gjøgnum tey seinastu ættarliðini; unga gentan tá og nú – møguleikar tá og nú.

Verkið er eisini ein heiður til kvinnuna. Ein takkarkvøða frá nútímans gentuni til hennara ættarmóðir, ta sterku og áhaldnu kvinnuna, ið gjøgnum fleiri ættarlið var tann berandi á landi meðan menninir vóru burtur við skipi. Okkara ættarmóðir hevði nógv at síggja til. Tað var hon, ið hevði ábyrgd av og syrgdi fyri heimaarbeiðnum, børnunum, teimum gomlu og teimum sjúku í bygdini, kríatúrunum og arbeiðinum á landi. Nógvir dagar vóru henni tungir, døkkir og merktir av djúpari sorg av at missa. Tíðum var hon noydd at seta seg sjálva, sínar kenslur og høvuðbrýggj til síðis tí arbeiðið skuldi fáast frá hondini; og bar hon av teirri orsøk tignarliga sítt bløðandi hjarta í tøgn og uttan andlit.

Tað eru okkara forfedrar og -møður, ið við sleipi og tungum døgum hava borðið okkum fram til samfelagið ið vit kenna í dag. Tey stríddust og løgdu lunnar undir eina ljósari framtíð fyri tey komandi ættarliðini, og gjørdu tey hetta fyrimyndarliga. Tað er teimum at takka, at heimurin nú, við øllum hugsandi møguleikum og góðum líkindum, liggur nútímans unglinginum víðopin. Og júst tað, at tað eru unglingar ið hava latið verkið úr hondum, setur ein serligan dám á pallin og undirstrikar hugføri og hugsanina við verkinum.

Latum okkum við virðing og takksemi minnast tey, ið hava borið og bygt hendan vakra stað — ættarlið eftir ættarlið. Send eitt flúgvandi hjarta út í renslið á alheimsins lokaða ringi; vit eru øll knýtt saman, ættarlið eftir ættarlið eins og eitt vakurt perluband.

---

Stóra takk øll somul, ið hava verið við til at hetta ber til.