29.05.2020

NÝGGJUR KOMMUNUSTJÓRI Í FUGLAFIRÐI

Fuglafjarðar býráð hevur tikið avgerð um at seta Henrik Weihe Joensen í starvið sum kommunustjóri í Fuglafjarðar kommunu. Henrik er 51 ára gamal og útbúgvin politistur og juristur. Harumframt hevur Henrik tikið master útbúgving í almennari leiðslu umframt onnur viðkomandi skeið. Henrik Weihe Joensen hevur leiðsluroyndir sum stjóri í Tilbúgvingarstovni Føroya, virkandi stjóri í MRCC/Tórshavnradio og sum kommunustjóri í Tvøroyrar kommunu. Harumframt hevur Henrik starvast sum fulltrúi hjá Løgtingsins Umboðsmanni og sum ráðgevi í Fiskimálaráðnum. Henrik Weihe Joensen byrjar í starvinum sum kommunustjóri tann 1. september 2020