Hervið verður ynskt øllum borgarum í Fuglafjarðar kommunu, eitt gott nýggjár við tøkk fyri gott samstarv í farna ári.
Nú vit skriva januar 2023, er býráðsskeiðið hálvrunnið og vit kunnu gera upp hvat er framt higartil og hvørjar ætlanir liggja fyri framman.
Eg skal greiða frá í høvuðsheitum og veit væl at ikki ber til at koma inn á øll mál, hóast alt vit gera hevur týdning.
Størri verkætlanir
Fuglafjarðar kommuna hevur seinastu árini, sett stór mál, fyri at menna tænastur, ið geva borgarum fleiri møguleikar. Vit kunnu fegnast um, at tríggjar stórar verkætlanir, eru tiknar í nýtslu seinasta hálvt annað árið.
Vesturstova
Eldrasambýlið Vesturstova, er um og útbygt og rúmar nú 17 búfólkum, sum við útbyggingini hava fingið munandi betur umstøður. Umframt fleiri rúm til búfólk, er orka løgd í felagshølir, so sum havastovu, sjónvarpsstovu og svala. Eisini starvsfólk hava fingið betri umstøður.
ÍF-húsið
Nýggja ítróttarhúsið gevur frálíkar karmar til okkara íðkandi og spennandi verður at fylgja við teim broytingum slíkir nýggir møguleikar geva.
Fuglafjarðar skúli
Tann 7. februar, var nýggi barnaskúlin tikin í nýtslu og ikki kann sigast annað enn, at fagur í fólkinum skúlin er blivin. Vitan og lærdómur er í dag ein natúrligur partur av sjálvum lívinum og er nýggi skúlin hjartaslátturin í Fuglafirði, har næmingar fáa styrkt dygdir og møguleikar.
Læknamiðstøð
Arbeitt verður fram ímóti at nýggja læknamiðstøðin skal takast í nýtslu komandi heyst. Pláss verður fyri fleiri starvsbólkun innan heilsu, eitt nú, 4 læknum, heilsusystur, jarðamóður v.m. Umframt fleir viðtaluhølir, fer læknamiðstøðin at rúma undirvísingarhølir til komandi heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk.
Útstykkingar
Arbeitt verður áhaldandi at ogna kommununi lendi at gera fleiri útstykkingar.
Seinastu 2 árini eru fleiri grunstykkir seld í kommununi, bæði til vinnuligt virksemi og til privatar bústaðir.
Vesturi á Fløtum er ein útstykking á 10 grundstykkir við at koma undir land, og eru tey flestu av hesum grundstykkjum longu umbiðin.
Somuleiðis samskiftir Fuglafjarðar kommuna við hagarnar fyri Fløtugerð og Rossagerð, um uppkeyp av jørð og vænta vit at fáa svar hesum viðvíkjandi í nærmastu framtíð.
Kommunar partur av byggibúning í samband við íbúðarverkætlanina Toftanes 2 er um at vera liðug og klárt er at seta bygning upp á økinum.
Tvær aðrar ætlanir viðvíkjandi íbúðarbygging eru við at taka skap. Felagið Svalir skal byggja 6 íbúðir á Garðavegi 3 og Bústaðir hava keypt gamla kommunskrivstovuna við ætlan um at gera íbúðir.
Byggistig 2. av Fuglafjarðar skúla
Fuglafjarðar kommunan hevur gjørt avtalu um at um- og útbyggja 64-skúlan og byrja fyrireikingarnar til byggistig 2, í nærmastu framtíð.
Grønar orkuloysnir
Ávegis kanning er gjørd, um sjógvhiti kann nýtast sum alternativ orkukelda og arbeitt verður víðari at greina um slík loysn er skilagóð fyri Fuglafjarðar kommunu og hvat kostnaðurin verður av eini slíkari umlegging.
Útbyggjan av havnalagnum
Í 2019 varð avtala gjørd um at útbyggja havnalagið til framtíðar vinnumøguleikar.
Annað
Kirkjugarðurin skal víðkast og viðger kommunan í løtuni innkomin tilboð uppá hetta arbeiði.
Arbeiðið at gera gonguleið millum Kambsdal og Fuglafjørð, verður boðið út við ársbyrjan.
Fíggjarstøðan
Tað er eingin loyna, at stóru verkætlaninar hava tyngt raksturin hjá kommununi seinasta ári, og hevur skuldin til tíðir verið 1,2 ferðir álíkningina. Hetta hevur viðført, at neyðugt hevur verið at hildið aftur í rakstri og íløgum seinastu tíðina. Sambært Kommunustýrislógini, skal landsstýrismaðurin góðkenna útreiðslur tá skuldin fer upp um álíkning.
Her við ársbyrjan sær fíggjarstøðan betur út og náddu vit undir eina álíkning longu við ársenda 2022. Út yvir fíggjarligt varsemi so skyldast hetta fyrst og fremst øktum skattainntøkum við tað, at bæði persónsskattur og partafelagsskattur havar verið nógv hægri enn frammanundan mett.
Tað er tó neyðugt framvegis at vera varin fíggjarliga tí talan er um lutfalsliga stórar íløgur, sum standa fyri framman, millum annað 2. byggistig av Fuglafjarðar skúla og havnaútbygging.
Onnur mál
Eitt mál sum hevur tyngt og hótt kommununa í nógv ár, er málið millum Fuglafjarðar kommunu og Kappingareftirlitið, sum snýr seg um loðsflutning í tíðarskeiðnum 2014-2018.
Tíverri fekk kommunan ikki viðhald í Eystara landsrætti í at kommunan ikki hevði framt brot á kappingarlógina. Kommunan umhugsar um farast skal víðari við málinum. Higartil hevur hetta sakarmálið kosta kommununi umleið 440 tkr. harav dømd at gjalda mótpartinum 100 tkr.
Komandi tíðin
Stór útskifting er farin fram í fyrisitingini seinasta hálvtannað árið. Nevnast kann at bæði sosialdeildarleiðari, fíggjarleiðari og kommunustjóri eru lutfalsliga nýggj, eins og tað í løtuni verður lýst eftir nýggjum tekniskum leiðara.
Útyvir rakstrarligu avsetingarnar, so hevur býráðið sett pening av til at førleikamenna starvsfólkið, soleiðis at hesi verða uppaftur betur brynjaði at veita borgarum og vinnu eina dygdargóða tænastu.
Harafturat verður arbeitt við at gera heildarætlan fyri Fuglafjarðar kommunu, sum setur út í kortið og raðfestir, bæði uppá styttri og longri tíðarskeið.
Vit fara við góðum treysti inn í komandi árið, við ynski um gott samlag og samstarv við bæði borgarum og vinnu.
Gott Nýggjár
Dávur Juul, borgarstjóri