04.03.2021

Nýggj verð! Kvinnudagurin 8. mars í Mentanarhúsinum

Tann 8.mars 2020 hildu vit altjóða kvinnudagin í Mentanarhúsinum við heitinum: Reglubrot. Tann 8. mars 2019 hildu vit dagin við at spyrja: Skal samfelagið skifta fortekn? Frá ♂til ♀

Vit fingu øll okkara reglubrot! Ein heimsumfatandi farsótt rakti heimin. Og við okkara reglubroti síggja vit nøkur tekin til eitt samfelag við nýggjum fortekni, har kvinnustørvini tóku um endan.

Var hetta lagnunnar speisemi? Ella eru vit bara klókar afturlítandi?

Nú vit fyrireika 8. mars 2021, er tað við arbeiðs-yvirskriftin: Vit taka pallin! Nýggj verð – nýggj leiðsla!

Yvirskriftin kemur nærum av sær sjálvum, nú vit hava strítt okkum ígjøgnum korona-farsóttina. At koma væl ígjøgnum eina farsótt krevur samanhald, samstarv tvørtur um markamót og grundleggjandi álit á stovnar í samfelagnum. Tað er tørvur á kvinnuligum virðum!

Í Føroyum sóu vit eisini kvinnurnar taka pallin. Í krepputíðum traðka kvinnur fram! Lærarar, pedagogar, handilsfólk, vaskifólk, hjálparfólk o.o. máttu arbeiða meira og øðrvísi fyri at samfelagshjólini framvegis kundu mala. Og vit sóu sjúkrarøktarfrøðingar, granskarar, kvinnuligar leiðarar, forkvinnur o.a. traðka fram í kastljós.

Tað kennist, sum um ein nýggja tíð er byrjað! Men hvussu flyta vit okkum best fram á leið? Hetta er evnið 8. mars 2021. Vit bjóða nøkrum gløggum kvinnum upp á pallin at hoyra teirra boð.

Súsanna Olsen, lektari, fer at hugleiða um verðina, sum vit síggja hana í dag. Hvat krevst til eina nýggja pallseting? Og hvørjar royndir hava aðrar gjørt? Vit fáa vitjan av trimum kvinnum, sum hava tikið politiska pallin fyrr og nú. Tær hava slóðað fyri og verið fyrimyndir: Karin Kjølbro, Helena Dam á Neystabø og Edva Jacobsen.

Vit hitta eisini tríggjar kvinnur, sum ferðast á andaligum, mentanarligum og filosofiskum pallum – tær hava so at siga fingrarnar í okkara mentanarliga jørðildi: Maria Jørðdal Niclasen og Dania O. Tausen. Hvørjar eygleiðingar hava tær gjørt? Hvussu halda vit best áfram uttan at missa fótafesti ella okkum sjálvar?

Eisini tosa vit við fýra kvinnur, sum hava merkt miðlalandslagið í Føroyum í korona-tíðini: Margit Stórá, Óluva í Gong, Marita Debes Magnussen og Alexandra á Dul. Tær hava traðkað fram og hugtikið okkum: Siðiligar, støðufastar, gløggar og álitisvekjandi. Lena Mohr, stjóri á Sansum og stigtakari til Kvinnu, er eisini við í hesum

Vit gleða okkum til eitt kvøld, har vit vera vísari, djarvari, gløggari, men eisini undirhildnar! Tí afturat hesum panelunum, sum Óluva Zachariasen leiðir okkum ígjøgnum, fáa vit vitjan av vælsvingandi kvinnubólkinum SWAY, Elisa Vang fer at undirhalda við einum priki, og á veggunum hanga listaverk hjá Rannvá Holm Mortensen. Eisini kunnu tit keypa okkurt gott at eta og drekka, áðrenn tiltakið byrjar, og ein góð kondittarakøku í steðginum.

Demokratia skipar fyri bussi av Bursatanga til Fuglafjarðar kl. 17.15, so kvinnur úr Havn og framvið bussrutuni hava møguleika fyri at koma til Fuglafjarðar til ein góðan bita, áðrenn tiltakið byrjar. Bussurin koyrir aftur til Havnar, tá tiltakið er liðugt. Skipað verður fyri undirhaldi í bussinum eisini.

Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug, eisini til bussin. Melda til á atgongumerki.fo. Her kunnu tit eisini bíleggja og gjalda fyri mat og drekka frammanundan. Til ber at keypa drykkjuvørur í Mentanarhúsinum.

Skrá

17.15   Bussur fer úr Havn. Steðgar møg. við Løkshøll, Skipaneskrossin og Magn í Gøtudali

18.00   Mentanarhúsið letur upp. Tey, sum hava keypt sær mat, kunnu her hugna sær saman. Eisini er barrin opin

18.50   SWAY fara á pallin

19.00   Rønn Eliasen bjóðar vælkomin

19.05   Súsanna Olsen: Nýggjur verð, nýggj leiðsla / pallseting

19.20   Óluva Zachariasen bjóðar fyrsta panelinum á pallin. Tríggjar vískvinnur um

  • Karin Kjølbro, ein av fyrstu kvinnunum í Løgtinginum
  • Helena Dam á Neystabø, drúgvar royndir í politikki
  • Edva Jacobsen, løgtingskvinna og kommunupolitikkari

19.45   Elisa Vang undirheldur

19.55   Steðgur – góð køka frá Mariettu og kaffi / the. Barrin er opin. Listaframsýningin í fundarhølinum er opin

20.20   SWAY syngja

20.30   Óluva Zachariasen bjóðar næsta panelinum á pallin.

  • Maria Jørðdal Niclasen, prestur í Kvívík
  • Dania O. Tausen, tónleikari og yrkjari

20.50   Óluva bjóðar triðja panelinum á pallin. Tær tóku pallin í 2020

  • Marita Debes Magnussen, Thetis
  • Margit Stórá, Landssjúkrahúsið
  • Óluva í Gong, Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar
  • Alexandra á Dul, Klaksvíkar sjúkrahús
  • Eygleiðari: Lena Mohr, Sansir & stigtakari til Kvinnu

21.20   Almenni parturin er av. Hava tit hug, ber til at steðga eina løtu, njóta listina, góð prát og okkurt gott úr barrini

21.30   Ella har á leið: Bussurin koyrir aftur til Havnar

21.45   Ella har á leið: Mentanarhúsið letur aftur.