03.05.2022

Nýggj spennandi ungdómsstørv í Fuglafjarðar kommunu

Arbeiðið við at seta á stovn eitt ungdómstilboð í Fuglafjarðar kommunu, er nú fult í gongd. Tað er Durita Samuelsen, sum leiðir hettar arbeiðið, saman við nýggju ungdómsumboðunum, Henny Vík, Mildrið Hammer Abrahamsen, Dís Sheiludóttir á Horni og Kurt Várlíð.

Tað sum nú fer at henda, er at ein Framtíðarsmiðja er sett á skrá, har enn fleiri ung hava møguleikan at arbeiða við, hvussu framtíðin sum ungur í Fuglafirði, skal síggja út.

Tey ungu eru serfrøðingar í egnum lívi, tí er tað so sera umráðandi, at tað eru ung, sum eru við til at skapa teirra egna ungdómstilboð. Í framtíðarsmiðjuni, smíðja tey so at siga sína egnu framtíð, sigur Durita Samuelsen.

Talan er um lønt arbeiði, nøkur kvøld í viku 20. har tað eisini verður okkurt til matna. Tað er avmarkað pláss, so tað er at skunda sær at lesa meira og melda til her: Fuglafjordur.fo/ung (leinkja)