17.08.2022

Nógv fólk á fólkafundi á Skarðinum seinasta sunnudag

Árligi fólkafundurin á Skarðinum millum Fuglafjørð og Hellurnar varð hildin í góðveðrinum seinasta sunnudag. Nógv fólk høvdu leitað sær niðan, har sungið varð og Rúna í Skála, sum er uppvaksin í Fuglafirði og sum júst hevur verið á øllum 340 fjøllunum helt røðuna í ár.

Takk fyri ein hugnaligan dag saman og fyri røðuna, Rúna.

---

Fólkafundur á Skarðinum sunnudagin 14. Aug. 2022.

Gott fundarfólk

340 fjøll eru skrásett sum fjøll í Føroyum. Seinasta sunnudag gekk eg niðan á Leirvíksfjall, sum tað seinasta av teimum 340 fjøllunum. Nú havi eg gingið tað, sum verður nevnt Topp Føroyar. Fjallatúrarnar havi eg gingið í øllum veðri. Hóast túrarnir vórðu lagdir til rættis eftir góðum veðri og vit fóru, har sum ættin hóskaði best, so varð tað nakrar ferðir, at mjørki, regn og vindur kom á okkum. Men óansæð veður, so hava allir túrarnir havt sín egna vakurleika. Á t.d. einum mjørkatúri hoyrast ljóðini øðrvísi. Litirnir á blómum og grasi eru øðrvísi. Føroyar eru vakrar – heilt frá fjøru til fjallatind og í øllum veðri. Eg kann nevna m.a. Blábjørg, Hestin, Kunoyarnakk, Stóra Dímun, Lítla Dímun og Eystfelli. Hetta eru fantastiskt støð.

Og nú standi eg her á Skarðinum, Fuglafjaðarskarði, sum tað stendur á kortinum. Her havi eg verið mangan, men ongantíð í hesum leiklutinum. Hóast mongu túrarnar í mangan brøttum fjallalendi, so er ein túrur niðan á Skarð og niðan á Háls og kanska Altarið/Rustakamb altíð góður og kann teljast ímillum favorittarnar. At ganga úr bygdini, minnast til at venda sær á og síggja vakurleikan. Føgru, høgu fjøllini, sum umgirða Fuglafjørð, er sera vakurt. Uppi á Hálsi at síggja Góðadal og Kalsoynna við flottu Nestindum, tá kenni eg meg av sonnum at liva og gleðist yvir og eri takksom fyri lívið.

Ein skarðstúrur er onkursvegna tað trygga, og man kann kanska siga, at tað er einki, sum slær ein túr niðan á Skarð. Ein bygdargøta í heimstaðnum, sum vekir serligar kenslur. Kanska gerst kenslan sterkari og øðrvísi, tá ið man er fulfirðingur í útlegd.

Einaferð fyri uml. 10 árum síðani búðu vit í Keypmannahavn. Har sóu vit ikki sjógv og fjøll, og eg minnist, at eg fleiri ferðir hugsaði: Tá ið eg flyti aftur til Føroyar, so skal eg ganga niðan á Skarð hvønn dag. Skarðtúrurin hevur heilt víst nógv at siga fyri meg. Nærum øll kunnu ganga túrin – ung, sum eldri - og í nærum øllum veðri. Varðarnir eru so vakurt lagaðir av ungdómum í bygdini fyri longu nógvum árum síðani, og gøtan er góð at ganga.

Hvat kann man uppliva á einum túri niðan á Skarð?

At ganga niðan á Rossarygg, niðan undir Botnsbrúgv og síðani niðan í Botn. Har liggur Malunarhav, ið vigar 176 kg og vísir okkum á eina farna tíð, sum eisini kann læra okkum nógv í dag. Haðani niðan til stóru varðarnar heilt uppi á Skarðinum.

Hvørjir fuglar eru at síggja?

Spógvi, tjaldur, lógv, másar, likkur, mýrisnípur, títtlingur og steinstólpur. Hvør árstíð hevur síni eyðkenni. Flytifuglar og støðufuglar. Fuglarnir reiðrast og ungarnir koma út. Hetta setir alt sín dám á túrin, og atburðurin hjá fuglunum eru ymiskur, alt eftir hvør støðan er. Júst, sum hjá okkum menniskjum.

Tá ið eg vaks upp í Toftabønum, beint við Skarðsá, var eg ofta við pápa mínum í haganum. Um várið plagdu vit at leita eftir reiðrum. At vita um tjaldrið mundi fara at hava reiður í sama staði í ár? At ganga seg fram á eina mýrisnípu, sum fleyg av reiðrinum. Hesir túrar í haganum vóru hugnaligir. Vit høvdu góða tíð og góvu okkum tíð at vera í haganum. Nú, tá ið eri blivin eldri, er tað onkuntíð onkur sum spyr, hvussu man kann vita, hvar fuglarnir reiðrast og hvar eitt reiður er? At finna eitt reiður er hugtakandi, men vit skulu eisini ansa eftir heiðafuglunum og geva teimum frið. T.d. ikki at ganga ov nógv, har fuglurin reiðrast.

Og mongu blómurnar. Blákollurnar eru nærum allar følnaðar, men nú síggjast brobber, klokkulyngur, kattaklógv og mangar fleiri.

Vit fóru eisini ofta niðan í hagan at hyggja til seyðin. Seyðurin gekk í Fjalli, sum hesin hagin eitur og vit góvu teimum kraftfóður ella breyðmolar. Um veturin var seyðurin inni í Gomlhúsum, seyðahúsinum hjá okkum og eftir at hann hevði lembt, skuldi hann út í hagan. Onkrar í Fjalli og aðrar í Skarðhaga – hagin beint hinumegin skarðið. Einaferð, vit fóru við seyði í Skarðhaga og vóru komin niðan í Botn, minnist eg, at ein ær smokkaði í mýrilendið. Teir fingu ærini uppaftur, men túrurin situr fastur í minninum, tí vandi var á ferð. Mýrilendið kann vera vandamikið, tí man kann smokka og tað er gott at vita, tá ið man er úti í haganum.

Á túrinum niðan á Skarð er eisini nógv grót at síggja. Har eru steinar við sera  ymiskum vøkstri og liti. Ein kendur steinur er Sukurmolin. Nokk bert kallaður Sukurmolin, tí hann er so fýrakantaður. Hvussu kann man læra at síggja vøkru steinarnar? Eg haldi, at vit skulu hyggja nærri eftir teimum. Kanna vakrar skónir og steinamosa. Og fyrr brúktu tey steinamosa og skónir at lita við.

Hvussu kann man læra nøvnini á fuglum, blómum og fjøllum? Terpa? Jú, tað ber til, ella kanska ganga ein túr niðan á Skarð? Ein stórur partur er, eftir mínum tykki, at vit vaksnu geva børnum møguleika at ganga túrar, og at vit vaksnu – foreldur, námsfrøðingar, lærarar og øll onnur - hjálpa teimum at síggja alt náttúrutilfeingið.

Men tá er neyðugt, at man gevur sær fær um tað, sum man sær. At geva sær stundir at steðga á við tað, sum antin tú, og heilt víst børnini síggja. Hvussu man blóman eita? Hví hava hasir steinarnir tílíkt skap? Kanska veit man ikki hvussu alt eitur, men til ber t.d. at hava eina blómutalvu í taskuni.

Halda tit, at vit virðismeta nóg nógv okkara náttúru?

Minnist, tá ið vit vóru og fjakkaðu í fjareystri. Koyrdu við transsibirisku jarnbreytini ígjøgnum Russland, Mongolia og fóru av í Peking. Í Kina møttu vit eini hollenskari kvinnu, sum búði í Amsterdam. Hon hevði eisini koyrt við transibirsku jarnbreytini, men var farin av tokinum í Mongolia, áðrenn hon koyrdi víðari til Kina. Vit spurdu, hvat hon hevði upplivað í Mongolia. Jú, hevði verið nakrar dagar saman við nomadum. Har hevði hon m.a. sæð, at eitt lík var lagt út á eitt pláss og gribbar komu og ótu av líkinum. Tað var ein stór uppliving. Men hon helt, at tann størsta upplivingin var, at tá ið hon eftir at hava sovið í tjaldi, bara kundi fara oman til ánna og fáa sær vatn at drekka beinleiðis úr ánni. Hvat skal man tá siga? At drekka vatn úr ánni, er ein  sjálvfylgja fyri okkum føroyingar. Ella er tað tað?

Hvat er ein føroyingur? Duga vit øll at síggja okkara vøkru náttúru? Og virðismeta vit nóg nógv vøkru náttúruna, sum er beint uttanfyri úthurðina?Og hvussu kunnu vit á bestan hátt varðveita og verja náttúruna í Føroyum?

Í dag er stórur fólkavøkstur í Føroyum. Seinastu fáu árini er vend komin í. Frá at fleiri føroyingar søgdu: Nei, her tíma vit ikki at búgva, og vit fingu frágreiðingina Exit Føroyar, til nú, at fólkatalið veksur hvørt ár. Føroyingar og kanska onnur við hava sæð virðið í at búgva her. Tað er gott og tað hevur eftir mínum tykki eisini týdning, at vit allir føroyingar læra at kenna okkara land – bæði mentan, náttúru og tilfeingið.

Og lesa vit í Fólkaskúlalógini stendur: Skúlin skal við støði í heimligari mentan menna kunnleika næminganna um føroyska mentan og hjálpa teimum at fata aðrar mentanir og samspæl manna við náttúruna.

Kundi tað verið eitt mál, at allir næmingar í Fuglafjarðar skúla hvørt ár gingu niðan á Skarð? Lærdu um náttúruna, søguna, fólkið fyrr og nú, sagnir tilknýttar at staðnum o.s.fr.

At enda:

Hagin og fjøllini eru beint rundan um okkum. Vit fáa fríska luft, hoyra fuglaljóð, síggja vakrar og ymsar litir – alt eftir hvør árstíðin er. Løturnar í haganum eru altíð dýrabærar og rein terapi fyri sál og sinn. Njótið løtuna júst nú. Andið inn. Hyggið rundanum tykkum. Gevið tykkum far um tað, sum tit síggja, ímeðan tit ganga. Føroyar  - og ikki minst Fuglafjørður -  eru einastandandi vakrar.

Takk til Kunningarstovuna fyri møguleikan at røða á fólkafundinum á Skarðinum og takk, at tit lýddu á.