12.05.2022

Nánd: Søkt verður eftir røktarstarvsfólki til útiøkið

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Søkt verður eftir:

Vit leita eftir tveimum fólkum við útbúgving sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari. Arbeitt verður dag- og kvøldvaktir og annaðhvørt vikuskifti. Brøkurin er 0,7.

Størvini verða at byrja 1. juni 2022 ella skjótast møguligt.

Dentur verður lagdur á:

  • Førleika, hegni og áhuga at veita heimabúgvandi borgarum heilsustimbran, røkt og viðgerð
  • Góð tvørfaklig samstarvsevnir
  • Evni og áhuga at vera kreativ og nýhugsandi í arbeiðinum
  • Jaligheit og smidleika

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt spennandi arbeiðspláss
  • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott samstarv við onnur fakfólk

Starvsetan og løn

Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Katrin Hansen, deildarleiðara á Miðstovuni, á tlf. 730212.

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, CV og øðrum skulu sendast til: Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta ella á teldupost: katrin@eystur.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. mai 2022 kl. 12.