Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, er tað møguliga tær, vit leita eftir.
Søkt verður eftir:
Vit leita eftir tveimum fólkum við útbúgving sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari. Arbeitt verður dag- og kvøldvaktir og annaðhvørt vikuskifti. Brøkurin er 0,7.
Størvini verða at byrja 1. juni 2022 ella skjótast møguligt.
Dentur verður lagdur á:
- Førleika, hegni og áhuga at veita heimabúgvandi borgarum heilsustimbran, røkt og viðgerð
- Góð tvørfaklig samstarvsevnir
- Evni og áhuga at vera kreativ og nýhugsandi í arbeiðinum
- Jaligheit og smidleika
Vit kunnu bjóða:
- Eitt spennandi arbeiðspláss
- Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- Gott samstarv við onnur fakfólk
Starvsetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Katrin Hansen, deildarleiðara á Miðstovuni, á tlf. 730212.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum skulu sendast til: Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta ella á teldupost: katrin@eystur.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. mai 2022 kl. 12.