30.09.2019

Nánd søkir starvsfólk

Vil tú gerast partur av einum toymi, sum veitir dygdargóða tænastu til borgarar í egnum heimi, so er tað tær vit søkja eftir. Um tú ikki hevur útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari, verður starvið fyribils sett av ófaklærdum. Nánd skipar fyri ókeypis undirvísing og upplæring, áðrenn tú byrjar at arbeiða.

Arbeitt verður í dag- og kvøldvaktum og annaðhvørt vikuskifti, miðalarbeiðstíðin er 28t/viku.

Nánd veitir heimatænastu til borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu

Nánd leggur dent á, at tú hevur:

  • Hegni og áhuga í at veita heimabúgvandi borgarum heilsustimbran og røkt
  • Góð evnir at samstarva
  • Jaligan hugburð, eisini til broytingar
  • Smidleika
  • Koyrikort til bil

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt spennandi arbeiðspláss
  • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott tvørfakligt samstarv

Starvsetan og løn

Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at seta teg í samband við deildarleiðaran á Miðstøðini á tlf. 730 212

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, cv v.m. skulu sendast til nand@eystur.fo og verða Nánd í hendi seinast 11. oktobur 2019.