Tvey størv sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari á 28 tímar í miðal um vikuna.
Um eingin við útbúgving søkir, verða størvini fyribils sett av ófaklærdum, og eru tey tí eisini vælkomin at søkja.
Eitt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur á 32 tímar í miðal um vikuna, tíðarskeiðið 1.10.19 til 31. 12.19.
Arbeitt verður í dag- og kvøldvaktum og annaðhvørt vikuskifti.
Nánd veitir heimatænastu til borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.
Nánd leggur dent á, at tú hevur :
- Hegni og áhuga í at veita heimabúgvandi borgarum heilsustimbran og røkt
- Góð evnir at samstarva og til nýhugsan
- Jaligan hugburð, eisini til broytingar
- Smidleika
- Koyrikort til bil
Vit kunnu bjóða:
- Eitt spennandi arbeiðspláss
- Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- Gott tvørfakligt samstarv
Starvsetan og løn
Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at seta teg í samband við deildarleiðaran á Miðstøðini á tlf. 730 212
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, cv v.m. skulu sendast til nand@eystur.fo og verða Nánd í hendi seinast 10 sep.