02.10.2018

Nánd hevur nýggja deildarleiðaranum

Nánd hevur í dag 1/10-2018 havt móttøku fyri nýggja deildarleiðaranum á Gøtubrá í Norðragøtu. Nýggi deildarleiðarin eitur Jónhild Abrahamsen.

Jónhild er dóttir Edmund og Elspu Abrahamsen í Fuglafirði. Hon er 48 ára gomul, er bankalærd, hevur útbúgving sum sosialráðgevið, umframt masterútbúgving í almennari leiðslu.

Jónhild hevur arbeiðsroyndir sum socialráðgevi og familjuráðgevi, og hon hevur 10 ára leiðsluroyndir innan umsorganarøkið, eitt nú sum leiðari á einum stovni fyri fjølbreka.

 Nánd bjóðar Jónhild hjartaliga vælkomin í starv, sum deildarleiðari á Gøtubrá, og ynskir henni blíðan byr í arbeiðinum.