Ein av okkara heimasjúkrarøktarfrøðingum fer frá fyri aldur og er tí eitt starv sum heimasjúkrarøktarfrøðingur hjá Nánd í starvsbrøki 0,6 leyst at søkja frá 1.desember 2024 ella eftir avtalu. Arbeitt verður í dag- og kvøldvaktum og tilkallivaktum á nátt.
Hevur tú áhuga í at veita dygdargóða tænastu til borgarar í egnum heimi, so er tað møguliga tær, vit søkja eftir.
Heimasjúkrarøktarfrøðingar halda til í Miðstøðini í Leirvík saman við heilsurøktarum, heilsuhjálparum, hjálparfólkum og fysio- og ergoterapeutum, sum øll luttaka í endurmennandi toyminum.
Nánd veitir heimasjúkrarøkt til borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu og leggur dent á, at tú hevur :
- Áhuga og hegni í at veita heimabúgvandi borgarum sjúkrarøkt, endurmenning og heilsustimbran
- Góð evnir at samstarva og til nýhugsan
- Jaligan hugburð, eisini til broytingar
- Útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
Vit kunnu bjóða:
- Eitt spennandi arbeiðspláss
- Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- Gott tvørfakligt samstarv
Starvsetan og løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at seta teg í samband við Katrin Hansen, deildarleiðara á tlf. 730 212
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, cv v.m. skulu sendast til nand@eystur.fo í seinasta lagi 14.oktober 2024 kl. 12.