03.03.2020

Nánd Heimatænastan søkir eftir frítíðaravloysarum

Nánd, Heimatænastan søkir eftir frítíðaravloysarum frá 1. juni til 31. august 2020.

Talan er um størv innan hesar fakbólkar:

  • Sjúkrarøktarfrøðingar
  • Heilsurøktarar
  • Heilsuhjálparar
  • Køks- og vaskifólk

Um eingin við heilsufakligari útbúgving innan heilsuhjálparaøkið søkir, kunnu størvini setast av ófaklærdum. Til hesi størv skipar Nánd fyri upplæring.

Til størvini í heimatænstuni og eldrasambýlinum Gøtubrá, er neyðugt at umsøkjarin hevur koyrikort til persónbil.

Starvsøki

Heimatænasta, eldrasambýlir, dagtilhald fyri minnisveik. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og í vikuskiftum.

Setanar- og lønarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg.

Upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara í Nánd tlf. 730232.

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum skal sendast til nand@eystur.fo

Umsóknir skulu vera okkum í hendi innan mánadagin 16. mars kl. 12.00

Upplýsingar um virksemið hjá Nánd er á heimasíðuni www.eysturkommuna.fo, NÁND

https://fuglafjordur.fo/wp-content/uploads/2020/03/frtaravloysarar-summari-2020.pdf