13.01.2023

Námsfrøðingur til Stropan á Kambsdali

Hevur hug at arbeiða við at fyribyrgja happing?

Kundi hugsa tær at arbeitt miðvíst við motoriskari sansastimbran?

Vegna barnsburðarfarloyvi sóknast vit eftir einum námsfrøðingi til barnagarðsstovu, ið vil verða við í okkara menningararbeiði og sum ynskur at starvast í einum umhvørvi, har tú kanst verða við til at mynda og seta tín dám á okkara frálíka stovn við óteljandi møguleikum.

Stropin byrjaði sítt virksemi í september 2012 og er ætlaður 72 børnum í aldrinum 0-6 ár. Á stovninum eru fimm stovur: tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og ein miðlingastova. Á Stropanum starvast 18 dugnalig, eldhugað, nærløgd, fjølbroytt og stuttlig starvsfólk, ið gleða seg at fáa teg í starvsfólkahópin.

Dagstovnurin liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á okkara gerandisdag. Vit hava framúr góðar umstøður bæði innan- og uttandura, har áhugamálini og trivnaðurin hjá børnunum, eru okkara fremstu endamál.

Á stovninum arbeiða vit m.a. við Betri vinir, ið er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Harafturat leggja vit stóran dent á motoriska sansastimbran og hava vit starvsfólk við viðkomandi útbúgvingum og royndum innan øki.

Vit sóknast eftir:

Námsfrøðingi, ið kann arbeiða sjálvstøðugur, er ja-ligur, dugir at samstarva, taka ábyrgd og dugir at seta sær mál, eins og at skapa ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið er í miðdeplinum.

Vit bjóða:

  • Eittáhugavertfulltíðarstarvætlaðnámsfrøðingi, har møguleiki kann verða fyri niðursettari arbeiðstíð
  • Eitt starv við skemalagdari fyrireikingartíð, sum gevur góðar umstøður til at fyrireika, eftirmeta og útinna ta námsfrøðiliga arbeiði
  • Eitt starv har menningin hjá tí enstaka barninum er í miðdeplinum
  • Eitt starv har foreldrasamstarv verður raðfest høgt
  • Eitt spennandi starv, har tú kemur at hava ávirkan á títt arbeiðslív
  • Eitt starv har tú gert partur av einum góðum og stuttligum starvsfólkahópi, ið raðfestur trivnað og fakliga menning høgt

Setanarviðurskifti:

Starvið verður sett mikudagin 1. februar 2023 ella eftir nærri avtalu. Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv. Námsfrøðingar, ið fáa prógv í summar, eru eisini vælkomnir at søkja. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag millum kl. 07.15 – 17.00. Harafturat eru fundir eftir arbeiðstíð.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Lønarflokkur 2 - 8 fyri hjálparfólk og 11 – 23 fyri námsfrøðingar. Fyri at verða settur í starv, skal umsøkjarin hava reina barnaváttan.

Umsókn:

Skrivlig umsókn saman við prógvi, møguligum viðmæli/-um skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi: Mánadagin 30. januar 2023 

Fuglafjarðar kommuna
Í støð 5
530 Fuglafjørður
Ella info@fuglafjordur.fo

Meira fæst at vita um starvið og um stovnin við at venda sær til Annu Joensen, leiðara á tlf. 238041 ella stropin@fuglafjordur.fo . Eisini ert tú vælkomin at vitja okkum á Børkugøtu 1 á Kambsdali.

Starvslýsing sum PDF