04.02.2021

Námsfrøðingur til dagstovnin Stropan á Kambsdali

Hevur tú hug at arbeiða við at fyribyrgja happing?
Kundi tú hugsa tær at arbeitt miðvíst við motoriskari sansastimbran?

Vit sóknast eftir námsfrøðingi, ið vil vera við í okkara menningararbeiði og sum ynskir at starvast í einum umhvørvi, har tú kanst verða við til at mynda og seta tín dám á okkara frálíka stovn við óteljandi møguleikum.

Stropin er ein dagstovnur, ið byrjaði sítt virksemi í september 2012, fyri børn úr 0-6 ára aldur. Stovnurin liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á okkara gerandisdag. Vit hava framúr góðar umstøður bæði innan- og uttandura, har áhugamálini og trivnaðurin hjá børnunum, eru okkara fremstu endamál.

Vit sóknast eftir:
Námsfrøðingi, ið kann arbeiða sjálvstøðugt, er jaligur, dugir at samstarva, taka ábyrgd og dugir at seta sær mál eins og at skapa ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið er í miðdeplinum.

Starvið er 35-40 tímar viku ætlað námsfrøðingi.

Setanarviðurskiftir:
Starvið verður sett 25. februar 2021 ella eftir nærri avtalu. Um ongin námsfrøðingur søkjur, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya í lønarflokki 11-22. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag kl. 07.15 – 17.00.

Skrivlig umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi:

Hósdagin 18. februar 2021 kl. 12.00

Fuglafjarðar kommuna
Í støð 5
Fo-530 Fuglafjørður
Ella info@fuglafjordur.fo

Meira fæst at vita um starvið og stovnin við at venda sær til Annu Joensen, leiðara, á telefon 238041 ella á t-posti: stropin@fuglafjordur.fo

Námsfrøðingur til dagstovnin Stropan á Kambsdali februar 2021