08.05.2024

Námsfrøðingur til dagstovnin/frítíðarskúlan Kamb

Søkt verður eftir námsfrøðingi 35 tímar um vikuna, at byrja skjótast gjørligt.

Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk vera sett í tíðaravmarkað starv.

Um dagstovnin Kamb:

Kambur er dagstovnur, ið er staðsettur í náttúruvøkrum umhvørvi á Børkugøtu 2 á Kambsdali, og veitir heildags tilboð til 6 ára gomul børn í Fuglafjarðar kommunu og er frítíðarskúli fyri 1. og 2. flokk. Á stovninum eru umleið 65 børn.

Vit liggja í sera góðum náttúru umhvørvi, sum birtir upp undir nógv spennandi virksemi, bæði skapandi og granskandi.

Á Kambi hava vit nógv ymisk bólkavirksemi hvørja viku, har vit leggja dent á tað málsliga og sosiala hjá børnunum. Vit eru dagliga túrar við børnunum.

Vit ynskja at umsøkjarin:

· Dugir at seta seg inn í støðuna hjá barninum

· Hevur áhuga og áræði at skapa ein tryggan og fjølbroyttan dag saman við barninum

· Kann taka ábyrgd og hevur góð samstarvsevnir

· Er við at menna námsfrøðiliga arbeiðið

· Dámar væl at hava virksemi uttandura

· Sum megnar møguligar broytingar í arbeiðinum

· Sær møguleikar fram um forðingar

Vit bjóða:

· Eitt spennandi starv, sum er í støðugari menning, har tú kanst vera við at mynda og seta tín dám á stovnin

· Eitt starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og har tú kanst vísa tínar dygdir og samstundis menna teg sjálvan persónliga og fakliga

Setanarviðurskifti:

Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Starvsbyrjan er skjótast gjørligt.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur stovnurin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsóknarfreistin er mánadagin 20. mai 2024.


Meira fæst at vitaum starvið við at venda sær til Tanju Simonsen á tlf. 238092, ella frifugl@fuglafjordur.fo

Send umsøkn HER