Søkt verður eftir:
- Námsfrøðingi til vøggustovu, at arbeiða 35 tímar um vikuna, at byrja 5. januar 2026
- Um námsfrøðingur ikki veðrur settur, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
Hvørji eru vit:
Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 10 mánaðir - 6 ár. Stovnurin er skipaður í tvær lonir,- við tveimum stovum í hvørjari lon. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur lonirnar saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar. Á stovninum nýta vit Betri Vinir og TÍTT – tiltøk í tøkum tíma sum arbeiðsamboð. Meira kunning um stovnin og námsætlan finnur tú á: www.fuglafjordur.fo/borgari/born-og-ung/dagstovnar/barnalund/
Vit sóknast eftir starvsfólki:
- ið hevur umsorgan fyri børnunum
- ið er jaligt, og brennur fyri at vera við í menningini av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum
- ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- ið samskiftir týðiligt og hevur góð samstarvsevnir
- ið hevur gott yvitlit og megnar at skipa dagin
- ið er eldhugað og konstruktivt
- ið megnar møguligar broytingar í arbeiðinum
- ið sær møguleikar fram um avmarkingar
Vit kunnu bjóða tær:
- eitt starv har fyrireikingartíð er skemaløgd
- introdag, har tú saman við øðrum nýggjum stavsfólkum fært kunning um arbeiði á dagstovni og TÍTT sum arbeiðsamboð
- eitt áhugavert og avbjóðandi starv
- fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
- eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan
Setanarviðurskiftir:
Arbeiðstíðin er mánadag-fríggjadag millum kl. 7.15-17.00, og fundarvirksemi eftir vanliga arbeiðstíð.
Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hevur arbeiðsgevarin skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Meira fæst at vita um starvið:
Vilt tú vita meira um stovnin og starvi, kanst tú seta teg í samband við leiðaran í Barnalund
Hannu I. Hansen á tlf. 238031 ella barnalund@fuglafjordur.fo . Tú ert eisini vælkomin at vitja okkum á Mirmansvegi 39A í Fuglafirði.
Umsókn:
Skrivlig umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi sunnudagin 7. desembur 2025.
