04.09.2017

Námsfrøðingur til Barnalund

Søkt verður eftir:

-          Einum námsfrøðingi at arbeiða 35 tímar um vikuna. Starvið er fyribils á vøggustovu.

Vit sóknast eftir starvsfólki:

-          ið hevur umsorgan fyri børnunum.

-          ið kann arbeiða sjálvstøðugt.

-          ið er týðilig/ur í samskifti og leggur dent á gott samstarv.

-          ið hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum.

-          ið eru eldhugað/ur og jalig/ur.

-          ið síggja møguleikar fram um mørk.

Vit kunnu bjóða tær:

-          fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.

-          eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan.

 

Setanartreytir:

Løn eftir sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Um útbúgvin námsfrøðingur ikki søkir, kann starvið verða fyribils sett við hjálparfólki.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðaran í Barnalund

Leila H. Hansen, á tlf. 238031.

Umsóknir saman við avritum av prógvum og viðmælum, skulu verða Býráðsskrivstovuni, Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. september 2017 kl. 12.00. Eisini ber til at senda teldupost til: info@fuglafjordur.fo

Fuglafjarðar kommuna

Ennivegur 38

530 Fuglafjørður