Stropin er ein dagstovnur, í byrjaði sítt virksemi í september 2012, fyri børn úr ½ til 6 ára aldur.
Stropin liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á gerandisdagin.
Vit sóknast eftir:
Námsfrøðingum, ið kunnu arbeiða sjálvstøðugt, eru ja-ligir, duga at samstarva, taka ábyrgd og duga at seta sær mál eins og at skapa ein spennandi og fjølbroyttan dagligdag, har barnið er í miðdeplinum.
Vit bjóða tvey spennandi størv, ið eru í støðugari menning, har tit kunnu verða við at mynda og seta tykkara dám á stovnin.
- Eitt 40 tíma starv ætla námsfrøðingi.
- Eitt 40 tíma starv ætla námsfrøðingi tíðaravmarkað, fram til 30. apríl 2018.
Grunda á, at vit nýta ársverk, er dagliga tímatalið 37,5 tímar um vikuna. Út yvir dagliga arbeiðið á stovninum, eru fundir og fyrireiking eftir vanliga arbeiðstíð, talt við í ársnormin, ið samanlagt telur 40 tíma viku.
Setanarviðurskifti
Størvini vera sett 18. september 2017, ella eftir nærri avtalu.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Lønarstig 11-19 fyri námsfrøðingar.
Arbeiðstíð, mánadag til fríggjadag 07.15 – 17.00.
Skrivlig umsókn skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 08. september 2017 kl. 12.00.
Fuglafjarðar kommuna
Ennivegur 38
Fo-530 Fuglafjørður
Ella info@fuglafjordur.fo
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Annu Joensen, leiðara, telefon 238041, ella stropin@fuglafjordur.fo.