17.05.2022

Námsfrøðingar til Stropan á Kambsdali

Hevur hug at arbeiða við at fyribyrgja happing?
Kundi hugsa tær at arbeitt miðvíst við motoriskari sansastimbran?

Vit sóknast eftir námsfrøðingum, ið vilja verða við í okkara menningararbeiði og sum ynskja at starvast í einum umhvørvi, har tú kanst verða við til at mynda og seta tín dám á okkara frálíka stovn við óteljandi møguleikum.

Stropin byrjaði sítt virksemi í september 2012 og er ætlaður 72 børnum í aldrinum 0-6 ár. Á stovninum eru fimm stovur: tvær vøggustovur, tvær barnagarðsstovur og ein miðlingastova. Á Stropanum starvast 20 dugnalig, eldhugað, nærløgd, fjølbroytt og stuttlig starvsfólk, ið gleða seg at fáa teg í starvsfólkahópin.

Dagstovnurin liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á okkara gerandisdag. Vit hava framúr góðar umstøður bæði innan- og uttandura, har áhugamálini og trivnaðurin hjá børnunum, eru okkara fremstu endamál.

Á stovninum arbeiða vit við Betri vinir, ið er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Harafturat leggja vit stóran dent á motoriska sansastimbran og hava vit starvsfólk við viðkomandi útbúgvingum og royndum innan øki.

Vit sóknast eftir:

Námsfrøðingum, ið kunnu arbeiða sjálvstøðugir, eru ja-ligir, duga at samstarva, taka ábyrgd og duga at seta sær mál, eins og at skapa ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið er í miðdeplinum.

Vit bjóða áhugaverd fulltíðarstørv ætlað námsfrøðingum, har møguleiki kann verða fyri niðursettari arbeiðstíð. Á stovninum verður tíð til fyrireiking raðfest høgt. Sostatt hava vit sera góðar umstøður til, at fyrireika, eftirmeta og útinna ta námsfrøðiliga arbeiði.

Harumframt sóknast vit eftir:

Avloysarum, ið kunnu starvast skiftandi vaktir og møta við stutttíðar fyrivarni. Lesandi eru eisini vælkomin at søkja.

Setanarviðurskifti:

Størvini vera sett mánadagin 8. august 2022 ella eftir nærri avtalu. Um ongir námsfrøðingar søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Námsfrøðingar sum fáa prógv í summar eru vælkomnir at søkja. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag millum kl. 07.15 – 17.00. Harafturat eru fundir eftir arbeiðstíð.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Lønarflokkur 2 - 8 fyri hjálparfólk og 11 – 23 fyri námsfrøðingar. Fyri at verða settur í starv, skal umsøkjarin hava reina barnaváttan.

Umsókn:

Skrivlig umsókn saman við prógvi, møguligum viðmæli/-um skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi: Mánadagin 6. juni 2022 

Fuglafjarðar kommuna
Í støð 5
530 Fuglafjørður
Ella info@fuglafjordur.fo

Meira fæst at vita um størvini og um stovnin við at venda sær til Annu Joensen, leiðara á tlf. 238041 ella stropin@fuglafjordur.fo . Eisini ert tú vælkomin at vitja okkum á Børkugøtu 1 á Kambsdali.

Starvslýsing sum PDF