05.11.2020

Námsfrøðingar til dagstovnin Stropan á Kambsdali

Hevur tú hug at arbeiða við at fyribyrgja happing?
Kundi tú hugsa tær at arbeitt miðvíst við motoriskari sansastimbran?

Vit sóknast eftir námsfrøðingum, ið vilja vera við í okkara menningararbeiði og sum ynskja at starvast í einum umhvørvi, har tú kanst verða við til at mynda og seta tín dám á okkara frálíka stovn við óteljandi møguleikum.

Stropin er ein dagstovnur, ið byrjaði sítt virksemi í september 2012, fyri børn úr 0-6 ára aldur. Stovnurin liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á okkara gerandisdag. Vit hava framúr góðar umstøður bæði innan- og uttandura, har áhugamálini og trivnaðurin hjá børnunum, eru okkara fremstu endamál.

Vit sóknast eftir:
Tveimum námsfrøðingum, ið kunnu arbeiða sjálvstøðugir, eru ja-ligir, duga at samstarva, taka ábyrgd og duga at seta sær mál eins og at skapa ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið er í miðdeplinum.

Størvini eru 35-40 tímar viku ætlað námsfrøðingum. Talan er um størv á vøggu- og miðlingastovu.

Setanarviðurskifti:
Størvini vera sett týsdagin 1. desember 2020 ella eftir nærri avtalu. Um ongir námsfrøðingar søkja, verða hjálparfólk sett tíðaravmarkað.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag kl. 07.15 – 17.00. Harafturat eru fundir eftir arbeiðstíð.

Skrivlig umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi:
Mánadagin 23. november 2020 kl. 12.00

Fuglafjarðar kommuna
Ennivegur 38
Fo-530 Fuglafjørður
Ella info@fuglafjordur.fo

Meira fæst at vita um størvini og um stovnin við at venda sær til Annu Joensen, leiðara, á telefon 238041, ella stropin@fuglafjordur.fo.

Námsfrøðingar til dagstovnin Stropan á Kambsdali desember 2020