13.11.2018

Námsfrøðingar til Barnalund í Fuglafirði

Søkt verður eftir:

-          Einum námsfrøðingi at byrja 2. januar 2019 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt starv á 40 tímar um vikuna, á barnagarðsstovu.

Hvørji eru vit:

-          Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin er skipaður í tvey hús,- við einari vøggustovu og einari barnagarðstovu í hvørjum húsi. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur húsini saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar.

Vit sóknast eftir starvsfólki:

-          ið hevur umsorgan fyri børnunum.
-          ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
-          ið er týðilig í samskifti og leggur dent á gott samstarv.
-          ið hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum.
-          ið er eldhuga og konstruktivt.
-          ið sær møguleikar fram um mørk.

Vit kunnu bjóða tær:

-          fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
-          eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan.
-          sernámsfrøðiliga ráðgeving.
-          møguleika at tilogna tær vitan og kunnleika til Karlstad-modellið og tekn til talu.

Setanartreytir:

Løn eftir sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um námsfrøðingur ikki søkjir starvið, kann hjálparfólk verða fyribils sett.

Nærri fæst at vita um stovnin og um starvið við at venda sær til  varaleiðaran í Barnalund Hannu I. Hansen á tlf. 238030.

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um, skal sendast til býráðsskrivstovuna: Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo, í seinasta lagi mánadagin 10. december 2018 kl. 12.00.

Fuglafjarðar kommuna

Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður

info@fuglafjordur.fo

Starvslýsing nov 2018