20.05.2020

Námsfrøðingar til Barnalund í Fuglafirði

Søkt verður eftir:

  • 1 námsfrøðingi á 40 tímar um vikuna á barnagarsstovu at byrja 10. august 2020.
  • 2 námsfrøðingar á 35 tímar um vikuna í vøggustovu at byrja 10. august.2020.

Hvørji eru vit:

  • Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin er skipaður í tvey hús, - við einari vøggustovu og einari barnagarðstovu í hvørjum húsi. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur húsini saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar.

Vit sóknast eftir starvsfólki:

  • ið hevur umsorgan fyri børnunum.
  • ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
  • ið er týðilig í samskifti og leggur dent á gott samstarv.
  • ið hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum.
  • ið er eldhuga og konstruktivt.
  • ið sær møguleikar fram um mørk.

Vit kunnu bjóða tær:

  • Áhugavert og avbjóðandi starv.
  • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
  • eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan.
  • sernámsfrøðiliga ráðgeving.

Setanartreytir:

Løn eftir sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Um námsfrøðingar ikki søkja størvini, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Nærri fæst at vita um stovnin og um størvini við at venda sær til leiðaran í Barnalund

Leilu H. Hansen á tlf. 238031.

Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um, skal sendast til býráðsskrivstovuna: Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo, í seinasta lagi mánadagin 15. juni 2020 kl. 12.00.

 

Fuglafjarðar kommuna

Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður

info@fuglafjordur.fo