14.05.2019

Námsfrøðingar til Barnalund í Fuglafirði

Søkt verður eftir:
- námsfrøðingum at byrja 12. august 2019 ella eftir nærri avtalu. Talan er um ymisk størv,- bæði á vøggu- og barnagarðsstovu, og eru størvini á 35 og 40 tímar um vikuna.
- 1 námsfrøðingi til farloyvstarv á 35 tímar um vikuna at byrja 12. august 2019 til 17. juli 2020.

Hvørji eru vit:
- Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin er skipaður í tvey hús,- við einari vøggustovu og einari barnagarðstovu í hvørjum húsi. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur húsini saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar.

Vit sóknast eftir starvsfólki:
- ið hevur umsorgan fyri børnunum.
- ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
- ið er týðilig í samskifti og leggur dent á gott samstarv.
- ið hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum.
- ið er eldhuga og konstruktivt.
- ið sær møguleikar fram um mørk.

Vit kunnu bjóða tær:
- Áhugavert og avbjóðandi starv
- fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
- eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan.
- sernámsfrøðiliga ráðgeving.

Setanartreytir:
Løn eftir sáttmála millum Føroya pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Um námsfrøðingar ikki søkja øll størvini, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
Nærri fæst at vita um stovnin og um størvini við at venda sær til leiðaran í Barnalund
Leilu H. Hansen á tlf. 238031.
Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um, skal sendast til býráðsskrivstovuna: Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo, í seinasta lagi týsdagin 11. juni 2019 kl. 12.00.

Fuglafjarðar kommuna
Ennivegur 38, 530 Fuglafjørður
info@fuglafjordur.fo

Pdf skjæl