12.06.2021

Námsfrøðingar og avloysarar til dagstovnin Stropan á Kambsdali

Hevur tú hug at arbeiða við at fyribyrgja happing?

Kundi tú hugsa tær at arbeitt miðvíst við motoriskari sansastimbran? 

Vit sóknast eftir námsfrøðingum og avloysarum, ið vilja verða við í okkara menningararbeiði og sum ynskja at starvast í einum umhvørvi, har tú kanst verða við til at mynda og seta tín dám á okkara frálíka stovn við óteljandi møguleikum.

Stropin er ein dagstovnur ætlaður 72 børnum í aldrinum 0-6 ár, sum byrjaði sítt virksemi í september 2012. Stovnurin liggur í einum náttúruríkum umhvørvi, har ið náttúran náttúrliga setur sín dám á okkara gerandisdag. Vit hava framúr góðar umstøður bæði innan- og uttandura, har áhugamálini og trivnaðurin hjá børnunum, eru okkara fremstu endamál.

Á stovninum arbeiða vit við Betri vinir, ið er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Harafturat leggja vit stóran dent á motoriska menning og hava vit starvsfólk við viðkomandi útbúgvingum og royndum innan øki.

Vit sóknast eftir:

Námsfrøðingum og avloysarum, ið kunnu arbeiða sjálvstøðugir, eru jaligir, duga at samstarva, taka ábyrgd og duga at seta sær mál eins og at skapa ein spennandi og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið er í miðdeplinum.

Talan er um størv á 35-40 tímar viku ætlað námsfrøðingum, har 2,5 tímar um vikuna eru settir av til fyrireiking. Námsfrøðingar sum fáa prógv í summar eru vælkomnir at søkja.

Harafturat hava vit tørv á avloysarum, ið kunnu arbeiða skiftandi vaktir og møta við stutttíðar fyrivarni. 

Setanarviðurskiftir:

Størvini vera sett mánadagin 9. august 2021 ella eftir nærri avtalu. Um ongir námsfrøðingar søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað størv.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Námsfrøðingar verða løntir á lønarstigunum 11-21 og hjálparfólk verða lønt á lønarstigunum 2-8. Arbeiðstíðin er mánadag til fríggjadag millum kl. 07.15 – 17.00. Harafturat eru fundir eftir arbeiðstíð.

Meira fæst av vita um størvini:

Vilt tú vita meira um størvini og um stovnin, so kanst venda sær til Annu Joensen, stovnsleiðara á telefonnr: 238041 ella stropin@fuglafjordur.fo.

Umsókn:

Skrivlig umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi: mikudagin 30. juni 2021

Fuglafjarðar kommuna
Í støð 5
FO-530 Fuglafjørður
ella info@fuglafjordur.fo

Starvslýsing sum pdf