Námsfrøðiligur stuðul til Fuglafjarðar skúla
Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir einum námsfrøðiligum stuðli í tíðaravmarkað starv frá 2. apríl til og við 18. juni 2024.
Arbeiðsuppgávurnar eru at stuðla næmingum við serligum tørvi við tí fyri eyga, at næmingarnir megna gerandisdagin í skúlanum, mennast og læra, og verða stimbraðir til at taka lut í felagsskapinum.
Søkt verður eftir námsfrøðingi, sum:
- undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, taka lut í dagliga arbeiði skúlans
- er fyrikomandi og sýnir jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum
- dugir at samstarva og vil vera við til at menna skúlan
- vil fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin
- ynskir at kveikja hugin hjá einstaka næminginum til læring og menning
- hevur góðar kt-førleikar
- hevur áræði til at taka ábyrgd og dugir at síggja møguleikar
Førleikakrøv:
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur útbúgving sum námsfrøðingur og/ella hevur royndir sum námsfrøðiligur stuðul innan serøkið.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 11-22. Lønarbrotið er 0,58.
Umsóknir:
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðsluni í hendi í seinasta lagi týsdagin, 30. januar 2024, kl. 12.00. Umsóknin skal sendast við telduposti til Berlys Toftadal, skúlastjóra, á teldupostbústað berlys.toftadal@skulin.fo
Nærri kunning um starvið fæst við at seta seg í samband við skúlastjóran á tlf. nr. 238061.
Tey, ið sett verða, skulu játta, at barnaváttan verður umbiðin.
Fuglafjarðar skúli hevur inniverandi skúlaár 302 næmingar í 1 .- 10. flokki. Í skúlanum starvast 31 lærarar, 3 námsfrøðiligir stuðlar, 2 skúlaskrivarar, 3 húsavørðir og 5 fólk í reingerðartoyminum. Skúlin leggur dent á at kveikja, virða og menna.