20.02.2023

Námsfrøðiligur ráðgevið

Søkt verður eftir námsfrøðiligum ráðgeva til dagstovnarnar í Fuglafjarðar kommunu at byrja 1. apríl 2023 ella eftir nærri avtalu.

Talan er um eitt mennandi starv við nógvum fakligum avbjóðingum, har tú skalt vegleiða, undirvísa og ráðgeva í mun til ítøkiligar námsfrøðiligar spurningar. Tú skalt arbeiða saman við leiðslu og starvsfólkum við fakligari menning á stovnunum. Starvið er nýtt og tú fært møguleika fyri at byggja tað upp saman við okkum.

Fuglafjarðar kommuna hevur 200 dagstovnapláss á trimum stovnum. Dagstovnurin Barnalund liggur í Fuglafirði og hevur tvær vøggustovur og tvær barnagarðsstovur. Dagstovnurin Stropin liggur á Kambsdali og hevur tvær vøggustovur, eina miðlingastovu og tvær barnagarðsstovur. Frítíðarskúlin Kambur liggur á Kambsdali, og er tilboð fyri tey 6 ára gomlu børnini og frítíðarskúli fyri børn í fyrsta og øðrum flokki.

Uppgávurnar hjá námsfrøðiliga ráðgevanum eru m.a.:

  • Veita ráðgeving út frá námsfrøðiligum eygleiðingum
  • Í samstarv við leiðslu og starvsfólk at menna námsfrøðiliga tilboðið
  • At menna TÍTT sum amboð á stovnunum

Um teg:

  • Tú ert útbúgvin námsfrøðingur og hevur viðkomandi arbeiðsroyndir. Eftirútbúgving kann vera ein fyrimunur, men er ikki eitt krav
  • Tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd og seta mál
  • Tú hevur góð samstarvsevnir og hevur eina jaliga tilgongd til arbeiðið
  • Tú ert væl skipað/ur og megnar at hava nógvar bóltar í luftini samstundis
  • Tú ert álitisvekjandi, fyrikomandi og dugir væl at læra frá tær

Setanarviðurskifti:

Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna. Starvssetanin verður sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag. Starvið verður lønt á 17 – 24 lønarstigið.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini, hevur Fuglafjarðar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjarin verður settur í starv.

Um tú ynskir at fáa meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Jónhild Abrahamsen, sosialdeildarleiðara á telefon 23 80 13

Umsókn:

Skrivlig umsókn saman við prógvum og møguligum viðmælum skal verða Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 6. mars 2023 kl. 12.00.

Fuglafjarðar Kommuna
í Støð 5
530 Fuglafjørður
Ella: info@fuglafjordur.fo

Lýsing sum PDF