04.06.2024

Námsfrøðiligir stuðlar til Fuglafjarðar skúla

Til skúlaárið 2024-2025 eru hesi námsfrøðiligu størv leys at søkja í Fuglafjarðar skúla:

  • 1 fast starv sum námsfrøðiligur stuðul við setan frá 1. august 2024. Setanarbrotið er 0,57.
  • 1 tíðaravmarkað starv sum námsfrøðiligur stuðul við setan frá 1. august 2024. Setanarbrotið er 0,57.
  • 1 barsilstarv sum námsfrøðiligur stuðul við setan frá 12. august 2024 til 4. apríl 2025. Setanarbrotið er 0,58.

 Søkt verður eftir námsfrøðiligum stuðlum, sum:

  • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, taka lut í dagliga arbeiði skúlans
  • eru fyrikomandi og sýna jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum
  • duga at samstarva og vilja vera við til at menna skúlan
  • vilja fevna ymiskleikan og styrkja felagsskapin
  • ynskja at kveikja hugin hjá einstaka næminginum til læring og menning
  • hava góðar kt-førleikar
  • kunnu tillaga seg til skiftandi arbeiðsumstøður
  • hava áræði til at taka ábyrgd og duga at síggja møguleikar

Arbeiðsuppgávurnar eru at veita námsfrøðiligan stuðul í flokkinum soleiðis, at næmingarnir megna skúladagin, mennast og læra, og verða stimbraðir til at taka lut í felagsskapinum.

Námsfrøðiligu stuðlarnir koma at arbeiða í einum námsfrøðiligum stuðulstoymi. Toymið samstarvar við førleikastovuna, leiðsluna og flokslærararnar. Námsfrøðiligir stuðlar eru saman við læraratoyminum við til at fyrireika, útinna og eftirmeta undirvísingina, og á tann hátt styrkja næmingarnar fakliga, persónliga og sosialt.

Førleikakrøv:

Tann, ið verður settur í fast starv, skal hava útbúgving sum námsfrøðingur. Til tíðaravmarkaðu størvini er ein fyrimunur, um umsøkjararnir hava útbúgving sum námsfrøðingar ella hava royndir sum námsfrøðiligir stuðlar innan serøkið.

Um eingin námsfrøðingur søkir, verða fólk sett sum hjálparfólk í tíðaravmarkað størv.

Lønar- og setanartreytir:

Námsfrøðiligu størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 11-24.

Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-9.

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðsluni í hendi í seinasta lagi týsdagin, 18. juni 2024, kl. 12.00. Umsóknin skal sendast við telduposti til Berlys Toftadal, skúlastjóra, á teldupostbústað berlys.toftadal@skulin.fo

Nærri kunning um størvini fæst við at seta seg í samband við skúlastjóran á tlf. nr. 238061. Setanarsamrøður verða í viku 25. Barnaváttan verður kravd í sambandi við setan.

Lýsing eftir námsfrøðiligum stuðlum - juni 2024, sum PDF


Fuglafjarðar skúli hevur inniverandi skúlaár 307 næmingar í 1 .- 10. flokki. Á skúlanum starvast 32 lærarar, 3 námsfrøðiligir stuðlar, 2 skúlaskrivarar, 3 húsavørðir og 5 fólk í reingerðartoyminum. Skúlin leggur dent á at kveikja, virða og menna.