06.04.2022

Myndafrásøgn frá hátíðarhaldi av nýggja barnaskúlanum 2. apríl

Meira enn ein skúli

Leygardagin 2. apríl var hátíðardagur í Fuglafirði, tá nýggi barnaskúlin alment varð tikin í nýtslu.  Skúlin vísti sanniliga í verki, týdningin av at vera: Meira enn ein skúli.  Tónleikaframførðslur frá næmingum. Listaframsýningar og upplestur av yrkingum. Sangleikur og kórsangur og næmingaorkestur, fimleikur, talv og mangt mangt annað. Ein dagur vit øll kunnu minnast aftur á við gleði og stoltleika um okkara dugnaligu næmingar. Niðanfyri finst leinkja til myndafrásøgnina frá degnum.

Tað er Klara Photography, ið hevur tikið myndirnar.

FUGLAFJARÐAR SKÚLI – MERIA ENN EIN SKÚLI - Fuglafjarðar kommuna (fuglafjordur.fo)