Helena Kjeld
Helena Kjeld letur upp mynda- og málninga sýning í Ribarhúsi týsdagin, 10. mars kl 16:00. Helena er dóttir Fririkku og Høgna Kjeld. Hon er uppvaksin úti í Rossagerði í Fuglafirði í einum vøkrum umhvørvi. Abbi hennara í faðir legg Jóhan Kjeld og langabbin Jacob Kjeld vóru stak góðir teknarar. Helena gongur á Cambridge school of visual & performing arts og hevur lisið her um grafiska sniðgeving og myndprýðing. Hon var liðug við tað skriftliga til jóla, og tað verkliga verður hon liðug við í summar. Hetta er ein vøkur tilgongd, tá ið komið verður til tað listaliga.