22.06.2016

Nýtt gólv í høllini á Kambsdali

Høllin á Kambsdali hevur verið stongd í eina tíð, tí at nýtt gólv er lagt á. Tað er Virklund Sport A/S ið er veitari og hevur lagt gólvið á, og Petur Larsen hevur gjørt stálgáttir og avslutningar um innhurðar og úthurðar. Umframt nýtt gólv er øll útgerðin til m.a. badminton, flogbólt og bandarnir nýggjir, útgerðin er munandi lættari at flyta og montera.

Í nøkur ár hevur verið arbeitt við umvælingum á høllina, har takið er skift, ventilatiónsskipanan er dagførd og suðursíðan er umvæld.

Høllin opnar aftur 1. august.

Fuglafjarðar kommuna og Eystur kommuna