09.01.2017

Móttøkurøður fyri nýggja Høgabergi hjá Sp/f Framherja

Góðan dagin góðu fuglfirðingar og annað gott fólk!!

Góða Elisabeth og góði Anfinn hjartaliga til lukku við nýggja Høgabergi. Tað er mær ein heiður at kunna standa her, sum formaður í vinnunevndini í Fuglafjarða kommunu, og kunnu bjóða tykkum vælkomnan til Fuglafjarðar við tykkara stásiliga skipi.

Í dag er ein stórur dagur fyri Framherja og ikki minni fyri Fuglafjørð, nú vit, sum búleikast her kunnu hátíðarhalda, at felagið hevur fingið enn eitt skip í flotan. Tað er ikki á hvørjum degi at nýggj skip koma í flotan. Hesu ferð er talan um spildurnýtt skip, sum er latið fyrrverandi eigarunum av skipasmiðuni í desember í 2014 og er hetta skipið sostatt nýggjasta skipið í føroyska flotanum. Skipið er bygt til at kunna framleiða hágóðsku dygd úr uppisjóvarfiski, sum gevur betri marknaðaratgongd til aðrar og nýggjar marknaðir, sum vit vanliga ikki troyta. Í Framherji – samtakinum teljast nú 7 skip – Akraberg, Fagraberg, stapin, Mascot, Sigmund, Skørin og nú Høgaberg.

Skipini í samtakinum hava verið rikin fyrimyndarliga og hava verið ein stórur fongur fyri okkum, sum búleikast í nærumhvørvinum. Tað hevur so ómetaligan stóran týdning fyri nærumhvørvi, tá eitt skip sum hetta kemur í flotan. Ikki bara gevur hetta góðar inntøkumøguleikar fyri manning og reiðarí, men tær avleiddu vinnurnar so sum móttøkuvirkuvirkir, smiður, trolverkstøð, heilsølur, smásølur v.m. verða ríkiliga leskaðar, so tað búskaparliga avkastið av einum slíkum skipi er rættiliga stórt og hevur so ómetaliga nógvar ringvirkningar við sær.

Ja, vit kunnu ikki annað enn vera errin av at hava Framherja í kommununi. Felagið hevur víst dirvi frá byrjan og hevur alla tíðina tillaga seg til tíðirnar. Tað skal ikki so lítið av dirvi til at gera íløgir í fiskivinnuna í dag, nú tosað verður um  fiskivinnunýskipanir og ilt er at meta um, hvat vendur niður og hvat vendur upp.

Anfinn og Elisabeth, eg kenni tykkara áræði, tit vilja síggja møguleikarnar heldur enn vandarnar - tit eru stigtakarar ella íverksetarar og eru tí so ómetaliga týdningarmikil fyri okkara nærumhvørvið. Vit í Fuglafjarðar kommunu eru stolt av tykkum.

Menniskjan er skapt til at arbeiða og troyta náttúrutilfeingið. Lat okkum gera tað á skilagóðan hátt. Lat okkum seta kósina, so tað verður til gagns fyri bæði felagið, manning, nærumhvørvið og samfelagið sum heild.

At enda skal eg enn einaferð, sum formaður í Vinnunevndini í kommununi ynskja tykkum hjartaliga til lukku við skipinum, við ynskjum um at tað fer at gangast tykkum væl og at Harrin fer at signa manning, skip og reiðarí.

Góða eydnu og góðan byr, takk fyri.

Fuglafjørður, hin 7. januar 2017
Kristian Petersen,
formaður í vinnunevndini


Fuglafjørður tann 07.01.2017

Móttøkurøða fyri Høgaberg

Góðan dagin og gott nýggjár øll somul

Tað er mær ein stór frøði, enn einaferð, at kunna vera við til eina slíka løtu sum hesa, at taka ímóti einum sera framkomnum og snotiligum  fiskifari, sum á fyrsta sinni kemur til heimahavn sína.

Skipara og manning verður ynskt hjartaliga tillukku við skipinum og vælkomin heim á Fuglafjørð við Høgabergi.

Eg vil eisini ynskja reiðaríðnum Framherja, við Anfinni Olsen reiðara, hjartaliga tillukku við hesum, so gott sum nýggja og sera prýðiliga  arinum.

At talan er um eitt valakeyp er lítið at ivast í.
Norska blaðið Fiskaren verður endurgivið á VP tann 2. januar, fyri at siga frá einum av trimum eigarum í Torbas AS at : “Nord-Atlanterens beste fiskebåt er solgt til Færøerne”.

So, alt annað líka, skuldi tað boða frá góðum og er tað ynski mítt, at skipið kemur at roynast væl í allar mátar.

Tá tann fyrsti Høgaberg kom á Fuglafjørð tann 1. februar 2003, nevndi eg í móttøkutalini, at tað var ikki hvønndagshending, at skip løgdust afturat og komu til bygdina.

Tá Fagraberg kom trý ár seinni, tann 16. juni 2006, fegnaðust vit um, at tað ikki bleiv so leingi ímillum hesaferðina.

Vit kunnu staðfesta, at síðani 2006 eru nøkur skip komin, bæði fiskiskip og farmaskip og okkurt er selt av aftur bygdini.

Soleiðis hevur reiðaríið Framherji eisini haft fleiri Høgabergar í longri og styttri tíðarskeið hvør, og sum síðani eru seldir av aftur landinum.

Men, eg havi skilt, at hesuferð hevur reiðaríið funnið rætta skipið til teirra tørv. Við Akraberg, sum kom á Fuglafjørð 2. juli 2013, hevur reiðaríið Framherji nú trý sera munagóð og virkisfør skip, sum eru heimahoyrandi í okkara bygd.

Vit eru Anfinni og Elisabeth takksom fyri, at tey valdu Fuglafjørð sum miðstøð fyri hesum stóra parti av virksemi teirra.

Vit vita øll av royndum, hvussu týdningarmiklan leiklut slíkt virksemi hevur í lokalsamfelagnum, og sum eisini gevur ringvirkningar víða um landið alt.

Nú fiskivinnan, fyri ein stóran part, gongur væl, er tað so menniskjaligt at gloyma, at fiskivinnan er og hevur altíð verið ein váðin og ótrygg vinna at gera íløgur í.

Hesin váðin og ótryggleikin tykist ikki, sum útlitini eru júst nú, at fara at vera minni, ikki grundað á broytingar í teimum náttúrugivnu fyritreytunum, men meira grundað á, hvørjar politiskar avtalur verða gjørdar.

Tað er tí alla æru vert, at reiðaríið við Anfinni og Elisabeth, enn einaferð vísa dirvi og áræði til at taka stór tøk og soleiðis eru við til at byggja land.

At enda vil eg ynskja alt tað besta fyri reiðarí, skip og manning.

Bøn mín er, at Gud sum øllum valdar, má varðveita og signa tykkum og signa tað verk, ið her skal verða útint, Honum til æru og landið og fólkið at gagni.

Jesus fylgið tykkum.

Sigurð S. Simonsen
býráðslimur