25.06.2020

Mortan Joensen nýggjur formaður á vegadeildini

Býráðið samtykti á býráðsfundi 16 juni at seta Mortan Joensen í starv sum vegaformann á vegadeildini hjá Fuglafjarðar kommunu.

Mortan Joensen er frá Fuglafirði, giftur Lis Joensen, og eiga tey trý vaksin børn. Mortan er útbúgvin maskinsmiður og maskinmeistari. Hann hevur drúgvar royndir bæði frá vinnulívi á landi sum á sjógvi. Í løtuni siglir hann sum maskinmeistari við línubátinum Skørðini.

Hann hevur royndir innan prosjektering og eftirlit og dugir at nýta digital amboð sum AutoCad. Eisini hevur hann drúgvar royndir sum maskinførari. Hann hevur starvast á vegadeildini í eitt tíðarskeið í 80´unum.

Mortan byrjar í starvinum á vegadeildini kommununar 1. august.

Kommunan bjóðar honum vælkomnum í starvið og gleðast við um, at hann tekur við starvinum sum formaður á vegadeildini hjá Fuglafjarðar kommunu.