09.12.2025

Mirmansvegur stongdur fyri gjøgnumkoyring 10. – 12. desember 2025

Vegna umlegging av vatnleiðing verður Mirmansvegur í Fuglafriði stongdur fyri gjøgnumkoyring frá mikudegnum 10.12.2025 til og við fríggjadagin 12.12.2025.

Koyrast kann eftir niðara vegi og síðani niðan eftir Toftagøtuni.

Reyða felti vísir hvar vegurin verður grivin av, vegna umlegging av vatninum.