Stuðla minnismerkinum:
Open Call - Minnismerki Fuglafjøður FO várið 2020
Open Call - Mindesmærke Fuglafjøður DK forår 2020
Open Call - Monument in remembrance Fuglafjøður UK spring 2020
OPEN CALL
Minnismerki yvir kvinnur deyðar í barsilssong
Um allan heim eru kvinnur – bæði nú og í farnum tíðum – deyðar í samband við barnsburð. Hetta er eisini galdandi her hjá okkum í Føroyum, har ferðasambandið heilt til okkara dagar gjørdi tað trupult at heinta bráfeingis hjálp, tá ið truppulleikar stóðust undir føðing. Flestu familjur kunnu siga frá kvinnum, sum eru deyðar í barsilssong, og hvussu hetta hevur nívt og ávirkað søgu teirra í ættarlið. Tíðirnar eru broyttar, eisini í Føroyum, sum í dag er eitt nýmótans samfelag; men søgurnar um deyðu kvinnurnar hava verið við til at mynda fólk okkara og eru verdar at minnast.
Tað eru nógvir minnisvarðar í Føroyum, men ongir av teimum eru til minnis um kvinnurnar, sum lótu lív fyri komandi ættarlið.
Tríggjar kvinnur í Fuglafirði hava tikið stig til at geva hesum søgum eitt jarðfast og sjónligt minni, og Fuglafjarðar Kommuna hevur víst fíggjarligan vælvild og somuleiðis givið tiltakinum eitt grønt øki í miðbýnum at ráða yvir til endamálið. Økið hýsir frammanundan felagsítriv so sum felagssang, spæl, gudstænastur og konsertir allar tíðir av árinum, og ynskið er, at minnismerkið skal vera har gerandislívið í býnum verður livað – tað lívið, kvinnurnar, sum doyðu í barsilssong, ikki fingu møguleika at vera partur av.
TAÐ PRAKTISKA
Yvirlitsmynd við uppmerking av økinum, sum kommunan hevur veitt tiltakinum, er innsett her niðanfyri. Viðmerkjast skal, at tillagingar í mun til staðseting kunnu verða gjørdar, og harafturat at fyrireikingararbeiðið at búgva økið til verður gjørt í samstarvi við Fuglafjarðar kommunu.
Við hesum bjóða vit norðurlendskum listarfólkum hesa uppgávu og vænta at kunna fíggja ætlanina við í mesta lagi 700.000 Dkk.
Tíðarfreistin at lata uppskot inn er: 1. juli 2020
Aftursvar: 1. september 2020
Væntanti verður listarverkið liðugt: 1. sept 2021
Stað: Miðstaðarlundin í Fuglafirði
Uppskotið skal fevna um:
- lýsing av minnismerkinum
- skitsumynd ella upprit av uppskotinum
- fíggjarætlan
- frásøgn av listarfólki ella listarfólkatoymi
Verður innsent í Word, PDF, jpg ella Powerpoint.
Listafólkið er frítt stillað viðvíkjandi vali av tilfari og úttrykki, somuleiðis sum nevndin tilskilar sær rætt til frítt at velja ella ikki at velja millum innkomnu uppskotini.
Uppskotið skal sendast til minnismerki@fuglafjordur.fo
Ætlanin er vorðin til í samstarvi við LISA – føroyska listarfólkaráðið, og serkøn eru við til at velja millum innkomnu uppskotini. Nevndin er soleiðis samansett: Eitt umboð frá Fuglafjarðar kommunu, eitt umboð frá stigtakarunum og einum umboði frá LISA.
Stigtakarar: Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur, Poulina Abrahamsen, ljósmóðir og Brynhild Næs Petersen, mentanararbeiðari.
SAMBAND
T-postur minnismerki@fuglafjordur.fo
Bústaður Ennivegur 15, FO-530 Fuglafjørður, Færøerne
Telefon 211311