03.11.2022

Minningarhald teirra sjólatnu Fuglafjørðir, 1. novembur 2022 kl. 14.00

 

 

 

 

 

 

 

Minningarhald teirra sjólátnu er ein vakur siður við eymari søgu.Tað var í 1949, at felagsdagurin fyri hetta minningarhaldið bleiv settur at vera 1. novembur.

Allahalgannadag minnast vit tey, ið sjólótust ella lótu lív í sínum yrki á sjónum vegna sjúku ella vanlukku.

Tey, sum vera nevnd á almennum minningarhaldi teirra sjólátnu, eru skrásett hjá Landsfólkayvirlitinum at búgva í Føroyum og hava latið lív í teirra yrki á sjónum, av sjúku ella vanlukku.

Tað er ein nevnd við umboðnum fyri manningarfeløgini og Reiðarafelagið, Vørn, Mentamálaráðið, Løgmansskrivstovuna, Sjómansmissiónina og Fólkakirkjuna, ið tekur støðu til teirra, ið vit minnast Allahalgannadag.

Minningarhald eru kring landið og eitt felags minningarhald er í Havn. Felagsnevnarin er at minnast tey sjólatnu.

Vit hava eisini minningarhald í okkara kirkju 1. januar hvørt ár, tá ið nøvn teirra, sum fóru undan okkum í farna ári, vera lisin, og persónarnir mintir í stilli. Eisini hava áhugabólkar tikið stig til at minnast tey, sum eru farin í ferðsluni, tey óføddu og viðhvørt síggja vit bygdir ella grannaløg taka stig til ávís minnigarhald um syrgiligar stórhendingar, sum ikki eiga at fara í søguna uttan eitt sjónligt minni.

Eg var lítil smádrongur, tá ið mamma byrjaði at ganga á fund í minnisvarðanevndini í Fuglafirði. Um somu tíð lærdi eg orðið relief – men tað var ringt at greiða einum barni frá hesum, og spenningurin var stórur, tá ið eg á fyrsta sinni sá relieffið!

Hvat var endamálið við einum minnisvarða? spurdi eg. Mamma segði mær, at hann skuldi vera ein varði yvir tey, sum vóru farin á sjónum. Tað gav meining, tí vit áttu onkran, sum hon syrgdi so sára – nevniliga Kristian Sofus Toftegaard, mammubeiggja mín, sum í 1966 druknaði í Klaksvík, 28 ára gamal. At kalla hvønn dag, alt lívið, nevndi hon hann, teirra barnaár, spæl, gleði og hansara útvenda og lívliga verumáta. Ein dag var hann ikki meira.

Í minnisvarðanevndini vóru nógvir fundir, og einaferð bleiv minnisvarðin liðugur og avdúkaður. Vit eiga smal-film av hendingini, sum var 11. septembur 1977. Tað var Tummas Jensen, Tummas í Toftum, sum avdúkaði minnisvarðan og Torkil Beder, prestur, helt vígslurøðuna. Fritjof Joensen gjørdi minnisvarðan, sum er avmynd av skutinum á einum báti, sum er komin aftur á støðna. Tveir menn og ein kvinna líta út á sjógv. Søgan sigur ikki, hvat tey hugsa, men hetta vakra listarverkið letur okkum tankarnar upp soleiðis, at ivaleyst er onkur eftir á sjónum, nú ein kvinna er millum menninar niðri á støð. Tey skimast út á sjógv – er ikki onkur eftir har úti? spyr listarverkið.

Nógv listarverk hava onga baksíðu – ella bert eina tóma, men okkara minnisvarði er tvíbýttur – baksíðan er øðrvísi við einari livandi ímynd. Hon hevur krossin, men hann sæst ikki frammanfyri. Man Fritjof hava havt hesa ímyndina, sum eg hugsi mær – at lívið er tað, sum vit síggja – eisini tá tað gongur illa – men aftanfyri er krossurin, sum ber okkum vón. At syrgja er tungt, og sorg er bæði likamlig og sálarlig líðing. Vónleys sorg er kanska tað ringasta, sum vit kunnu uppliva, og tað er ein uggi at syrgja við vón. Tí er krossurin berandi, men aftanfyri, tykir mær.

Mamma og hini í nevndini gingu við lív og sál upp í hetta at fáa minnisvarðan upp at standa. Tey skipaðu fyri lutaseðlasølu, basarum og savnaðu so mikið av peningi inn frá privatum og vinnulívinum, at tey megnaðu at útvega tær 150.000 krónurnar, sum minnisvarðin kostaði. Mær tykir, at arbeiðið gav henni stóra meining – og tað lá henni og øðrum tungt á hjarta at skipa eitt stað, har vit kunnu minnast tey sjólatnu – júst í kirkjugarðinum, har vit eisini minnast øll hini - øll okkara eiga onkran.

Í júst farna allahalganna ári kravdi sjólívið og yrkið við sjógvin fýra mannalív.

Við sorgblídni, virðing og tøkk nevna vit nøvn teirra og minnast tey í stillum eina løtu:

  • Tann 21. november doyði Jóhan Petur Suni Olsen, 56 ára gamal. Hann sigldi við skipinum Hav Nordlandia, ið lá við bryggju í Miðvági. Hann var búsitandi á Strondum.
  • Tann 22. februar druknaði Petur Johansen við aliringarnar í Miðvági, 52 ára gamal. Hann búði í Miðvági.
  • Tann 13. februar doyði pólendingurin Maciej Krzysztof Broniszewski umborð á Suðringi undir fiskiskapi undir Føroyum, 48 ára gamal. Hann var búsitandi í Froðba.
  • Tann 18. juni druknaði Karl Sofus Lamhauge Garðalíð við Vestaru bryggju í Havn, 59 ára gamal. Hann var ávegis umborð á Túgvustein, ið lá við bryggju. Hann búði í Vestmanna.

Vit lýsa djúpa samkenslu við teimum avvarðandi og lýsa Guðs frið yvir tey, ið fórust í yrki sínum á sjónum og við sjógvin.

Kristian Martin Petersen