01.09.2023

Mentanardagar í Fuglafirði

Kambsdalur karmur um setan

Tá ið Mentanardagarnir verða settir fríggjadagin 1. sept. – ellivinta ári á rað – verður Kambsdalur karmur um eina familjuvinarliga setan har býlingurin vísir seg frá síni bestu síðu. Á Kambsdali eru bæði barnagarður, forskúla- og frítíðarskúli, miðnámsskúli, ítróttarhøll og fleiri virkir, summi teirra serliga innovativ og altjóðavend. Her koma sostatt dagliga ein rúgva av fólkum til arbeiðis, ansing, útbúgving og ítrótt. Harumframt eru nógv húskir í øllum aldri, sum hava eitt serligt samanhald, hugnaligt torg, FIFA-vøll og spælipláss umframt vøkru náttúruna og góða útsýni at gleðast um hvønn dag.

Á Kambsdali verða spøl, kreativ verkstøð og lokal virkir, sum vitja, á økinum millum Kamb og Stropan frá kl. 15. Inni á Stropanum verður ein myndaframsýning við fotomyndum av Kambsdali, og ein gongutúrur millum filosofiskar veðurhanar byrjar við FIFA vøllin. Kambsdalsbúgvar bjóða kaffi & køkur og bitar av grill og úr skál.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingamálum,  setur Mentanardagarnar kl. 16.30 á spæliplássinum hjá Stropanum. Ymiskt annað er eisini á skránni, millum annað ein súkklukapping fyri børn, virkisvitjanir og alibrúkvitjan, og ein hugnalig stovukonsert.

Nógv hendir eisini inni í Fuglafirði alt vikuskifti. Finn nærri kunning á mh.fo/mentanardagar og fuglafjordur.fo.