08.06.2016

Mentanardagar í Fuglafirði 2016

Mentanardagar í Fuglafirði
30. august - 4. september 2016

Tilfeingismentan?

Hesaferð seta vit sjóneykuna á ríkidømi, ið vit eiga rundanum okkum. Vit eiga góðar rávørur, kreativ og dugnalig fólk, hugskotsríkar fyritøkur, blómandi frítíðarvirksemi umgyrt av vakrari nátturu. Forvitnisligir mentanardagar verða í Fuglafirði 30. aug. til 4. sept. 2016 við øðrvísi harmonikutónum.

Nú fyrireikingarnar eru byrjaðar, heita vit á allar eldsálir, ið eru áhugaðar at lita tiltakið, at venda sær til okkara. Øll góð initiativ eru hjartaliga vælkomin.

Ringið 238010 ella skrivið okkum ein teldupost á mentanardagar@fuglafjordur.fo