Ribarhús

Mitt í Fuglafirði, niðanfyri vegin stendur ein gamal hugfarsligur og søguligur bygningur frá 1887. Hann sær ikki út av so øgiliga nógvum uttanífrá, men innan, millum gomlu bjálkarnar og brettini, ýður av lívið og kreativiteti allar árstíðir.

Hetta er staðið har  Fuglafjarðar Heimavirkisfelag heldur til  við sínum fjølbroytta virksemi  –

Einum serstøkum handli – Piddasahandli, sum er í tveimum hæddum, og  á tremur við heimavirkaðum  vørum,  sum limirnir selja her.  Her fæst eisini tógv og føroyskar fløgur og bøkur.

 Í hugnaliga Kaffikrókinum kanst tú njóta ein lekran kaffidrykk úr okkara JURA kaffimaskinu, sjálvandi við onkrum góðum afturvið.

Í bygninginum er eisini eitt  heilt serligt Gallarí Ribarhús, eitt gamalt lagur/pakkhús, sum síðan 2001 hevur hýst nógvum listaframsýningum  – Fleiri enn 200 framsýningar hjá kendum og minni kendum listafólkum, hava hingið á hesum gomlu brettunum higartil.

Gallaríi er so í hesum døgum vorðið uppaftur serligari. Grundin til tað er, at søguligu, góðu, gomlu ferniseraðu gólvbrettini úr skúlanum frá 1938 eru flutt inn her, – stuttligt um tey kundu tosa… Skúlin varð tikin niður í 2017.  

Okkara Ribarsloft,  verður nógv brúkt til hugnaløtur, skeiðvirksemi,  fyrilestrar  o.l.

Hølir í húsinum verða eisini  leiga út til merkisdagar, veitslur og hugnaløtur. sí www.ribarhus.fo/ribarsloft/leiga

– Húsið er opið hvønn gerandisdag alt árið millum 15 og 17.30/-leygardag tó millum kl. 11 og kl. 14 – Um summarið eru tíðirnar ørvísi- hygg á www.ribarhus.fo

 Alt virksemi í samband við húsið verður gjørt av sjálvbodnum, her eru nógv góð høvd og fittar hendur sum taka tørn.

 Tú ert hjartaliga vælkomin inn á gólvið – Piddasahandils-megin gjøgnum eina reyða hurð og Ribarhús-megin gjøgnum eina bláa… og tað besta av øllum –  ert tú innkomin, antin gjøgnum tað bláu ella tað reyðu hurðina, so kanst tú hugna tær og ganga runt í húsinum sum tær hóvar, upp og niður gjøgnum knirkandi trappur og út og inn gjøgnum smalar gamlar hurðar  – her kanst tú, frá tíð til aðra, njóta framsýningar á høgum støði og her eru nógvir fjálgir krókar við borðum og sofum har tú kanst sita í “inspirerandi” umstøðum  og njóta ein kaffiduss…

Í húsinum eru tvey W.C, her er internet og vit hava terminal. –

Man kann sjálvandi eisini brúka vanligar krónur her.

Tax-free?  Ja her er ALT tax-frítt   – og sera ódýrt. sí uppslag á diskinum

 Vit finnast á www.ribarhus.fo á FB: Piddasahandil og Ribarhús

og instagram#piddasahandi #Ribarhus

Samband? tlf. 444427/214427 – heimavirk@gmail.com