Mentanardagar
Mentanardagar 2025 verða 5. - 7. september
https://www.facebook.com/Mentanardagar
--------------------------------
Mentanardagar 2024 vóru 1. - 8. september.
Sí skránna her: Mentanardagar 2024
---------------------------------------------
Mentanardagar 2023 vóru fríggjadagin 1. til sunnudagin 3. september.
_________________________
Mentanardagar 2022 vóru hósdagin 1. til sunnudagin 4. september.
–––––––––––––––––––––––––
Her her skráin fyri Mentanardagar 2018
Trýstið her fyri plakatútgávu
Í ár 2018, bera Mentanardagarnir serligan dám av, at tað eru 100 ár síðani at Fuglafjarðar kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna. Nærri kunning um Mentanardagar 2018 og hátíðarhaldið seinni. Mentanardagarnir verða frá hósdegnum 30. august til og við sunnudagin 2. september
Komið endiliga við hugskotum til skránna til Mentanardagar. Skrivið til mentanardagar@fuglafjordur.fo ella ringið 238010.
Hyggið at myndum frá Mentanardøgum undanfarin ár við at vitja: Facebooksíðuna hjá Mentanardøgum.
Í ár, 2017, verða Mentanardagarnir hildnir frá hóskvøldinum 31. september til og við sunnudagin 4. september.
Í løtuni verður arbeitt við fyrireikingunum og góð hugskot og fyrispurningar eru vælkomnir.
Og um onkur tykkara hevur hug og tíð at hjálpa sum sjálvboðin á Mentanardøgunum hevði tað verið fantastiskt. Skrivið ella ringið: mentanardagar@fuglafjordur.fo ella brynhildp@fuglafjordur.fo 238010
Í fjør sóu Mentanardagarnir soleiðis út:
Her er samlaða skráin fyri Mentanardagarnar og Harmonikutreffið 2016 sum pdf til at taka niður:
Mentanardagarnir 2016 vóru hildnir frá týsdegnum 30. august til sunnudagin 04. september.
Høvuðstankin við Mentanardøgunum er at varpa ljós á mentanina í økinum og at virka kveikjandi, soleiðis at enn meira mentanarligt virksemi kann skapast.
Sum eina yvirskipaða yvirskrift fyri samlaðu skránna hava fyrireikararnir arbeitt við hugtakinum “tilfeingismentan”. Her verður sipað til mentanarliga samanspælið ímillum vinnu, vitan og mentan. List og fólkslig mentanin hittir skúlaskap, vitan og gransking, saman við vinnu og framleiðslu. Hesir tríggir tættir eru óloysiligir partar av samleikanum hjá Fuglafirði og tað endurspeglast aftur í Mentanardøgunum, sum hava til endamáls at byggja enn fleiri brýr og samstørv ímillum hesi trý virkisøkini.
Millum mest lokkandi tiltøkini í ár eru m.a. ein matmarknaður á torginum við Mentanarhúsið har fyritøkur og einstaklingar koma at vísa fram, selja, og bjóða smakkiroyndir av framleiðsluni. Talan er bæði um stór ídnaðarvirki, smærri heimavirki og einstaklingar.
Onnur tiltøk eru m.a. konsert við Marius, svimjihyljarkonsert við Gretu Svabo Bech, Street Food í EIK við Leif Sørensen, ein hópur av tiltøkum í regnskjólagøtuni, sjónleikur, framsýningar, kjak, spennandi gestamarknaður í Ribarhúsi og mangt annað. Harumframt er Føroya størsta harmonikutreff samstundis sum Mentanardagarnir og tað setur sín tónleikaliga dám á býin og tiltøkini. Tiltøkini til Mentanardagarnar eru í ávísan mun ókeypis, meðan harmonikutreffið krevur atgongumerki. Atgongumerki til treffið fáast á Kunningarstovuni 238015.
Eitt nýtt átak, sum ætlandi skal knýta bond millum vinnulív og listafólk verður avdúkað til sjálva setanina av mentanardøgunum.
Setið tykkum í samband við mentanardagarnar á tlf. 23 80 10 ella skrivið okkum ein teldupost á mentanardagar@fuglafjordur.fo
Hetta er 5. árið at Mentanardagar verða hildnir í Fuglafirði.
Vit leggja feskastu tíðindini og evt broytingar og annað viðv. tiltøkunum inn á okkara facebook so hvørt. Fylg okkum á Facebook her.