28.04.2022

Manglar tær øki til at velta grønmeti í ?????

Góðu borgarar

Ì hesum døgum, har rákið er “Grønt”, er hugtakið “grøn burðardygd” mangan at hoyra. Hetta er eitt ógvuliga umfatandi evnið ið kann fevna yvir mangt og hvat, til dømis at velta grøði til egna nýtslu. Í hesum sambandi hevur kommunan ætlannir um at bjóða økir út til borgarar at velta í. Hetta er sjálvandi bert um áhugi og tørvur er á hesum, og tíðskil senda vit tíð út eitt spurnarblað fyri at “lodda dýpið”. Ætlannin er at gerða økir klár við atgongd til vatn og útgerð, eins og eindirnar koma at verða í fleiri støddum, alt eftir tørvi og ynski. Einki er kostnaðarfrítt, men gjaldið verður eitt ómaksgjald, ið ikki verður okursprísur, tvørtur ímóti.

Vónandi vilja tit nýta nakrar minuttir uppá hetta spurnarblað so vit kunnu hoyra tykkara rødd og ynskir.

Spurnarblaðið kann fyllast út her sum Word (her) og sendast við telduposti til maritao@fuglafjordur.fo ella printast út sum PDF at útfylla og latast inn á kommunuskrivstovuni.

Ímillum innkomin spurnarbløð verður drigin ein vinnari av einum gávukorti frá gróðurstøðini.

Tiðarfreistin er 10. Maj kl. 12:00

Vinarliga
Fuglafjarðar kommuna