Í dag, mánadagin, 24. juni kl. 17, verður ein serlig hátíðarløta í Miðstaðarlundini í Fuglafirði.
Málningaframsýningin á Varmakeldu fyllir 50 ár, og í hesum sambandi er skipað fyri stórfingnari listaframsýning í Fuglafirði. Í dag, mánadagin 24. juni kl. 17 verður “fernisering” við talum og tónleiki í Miðstaðarlundini. Øll, bæði stór og smá eru hjartaliga vælkomin, og møguleiki verður eisini at keypa sær okkurt etandi.
Ein arbeiðsbólkur hevur í longri tíð saman við Frits Johannesen arbeitt við at fáa hesa listaframsýning upp at standa. Arbeiðssetningurin var: 50 ár, 50 listafólk og meir enn 5 støð. Hesin setningur er náddur, og í morgin eftir ferniseringina lata 6 støð runt um í Fuglafirði dyrnar upp, har bæði kend og minni kend listafólk, leik og lærd, sýna fram sína list. Tað, sum hesi fólkini hava til felags, er, at onkur ættartráður á onkran hátt flættast til Fuglafjørð so ella so.
Tvær spennandi undansýningar hava longu verið fyrr í hesum mánaðinum. Tann fyrra var ein afturlítandi framsýning við teimum gomlu, sum løgdu lunnar undir og byrjaðu við hesum sýningunum í 1969. Hin var ein framsýning við verkætlanum hjá arkitektum, sum eisini hava tilknýti til Fuglafjørð. Hesar báðar framsýningarnar verða at síggja í fimleikarhøllini í Fuglafjarðar skúla á Varmakeldu.
Í sambandi við fimmtiárahaldið er gjørd ein hátíðarplakat, sum kann keypast í Piddasahandli.
Fyrireikararnir vóna at síggja nógv fólk til tiltakið í dag kl. 17 – og eisini til framsýningarnar, sum verða at síggja heilt fram til 8. juli – allar dagar frá kl. 16-20.
Sí annars skránna og plakatina og kortið yvir framsýningarstøðini, sum eru gjørd til høvið, á heimasíðuni hjá Ribarhúsi, www.ribarhus.fo
(Myndina hevur Oddur á Lakjuni tikið)
Lesið um ferniseringina, luttakarar, støðini og annað her: