Vit sóknast eftir røktarstarvsfólki at byrja 1. juni 2020, ella skjótast til ber. Talan er um eitt starv á 25 tímar um vikuna, at arbeiða í skiftandi vaktum.
Dentur verður lagdur á, at tú hevur:
- Útbúgving sum heilsurøktari, heilsuhjálpari ella aðra heilsufakliga útbúgving
- Førleika, hegni og áhuga í at veita eldri borgarum stuðul og hjálp at megna sín dagligdag
- Evni og áhuga í at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
- Góð tvørfaklig samstarvsevni
- Evni og áhuga í at vera kreativ/ur og nýhugsandi í arbeiðinum
Vit kunnu bjóða
- Eitt hugnaligt og heimligt arbeiðspláss
- Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- Gott samstarv við onnur fakfólk
Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Mirjam á Lakjuni, deildarleiðara á Giljagarði, á tlf. 730282
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 1. mai 2020 kl 12:00
Umsóknirnar skulu sendast til: Nánd – Oyran 2 - 512 Norðragøta, ella á teldupost: nand@eystur.fo
_____________________________________________________________
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri demens, og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt.
Sí meira um Heimatænastuna Nánd hjá Eysturkommunu og Fuglafjarðar